Jústinus Leivsson Eidesgaard
---------
Sjálvstýrisflokkurin kom um vikuskiftið við fráboðan um, at inntøkumøguleikarnir hjá landspolitikarunum eiga at skerjast. Teir skulu eitt nú ikki hava dupulta bíðiløn.
Eg haldi. at vit skulu ganga øvugta leið. Politikkarar eiga at verða somikið væl løntir, at teir ikki eingang verða freistaðir til nakað annað starv. Tað eigur at vera ásett, at løgtingslimur kann ikki hava nakað annað starv, enn at verða lóggevari, somikið álvarsligt er hetta starv. Ein løgtingslimur eigur ikki at fáa nakra aðra løn enn ta, hann fær frá løgtinginum.
Eg hugsi, at løgtingsarbeiði er so mikið ábyrgdarfult og hevur so stóran týdning fyri trivnaði hjá hvørjum einstøkum borgara, at ein løgtingslimur eiga at fáa eins høga løn og okkara hægst løntu stjórar, vinnulívsmenn, okkara hægst løntu skiparar. Um teir vóru á hædd við okkara bankastjórar, er kanska heldur ikki við síðuna av, um ein hugsar um ábyrgd. Vit tosa um lønir í milliónaklassanum. Lønin skal verða somikið høg, at politikkarar ikki verða korrumperaðir av lokkandi fíggjarligum tilboðum av nøkrum slag. Tað skal verða bannað við lóg, at ein politikkarari kann hava nakra aðra inntøku, enn tað politiska arbeiðið gevur. Og pensiónin og yvirgangurin til vanligt borgarligt starv aftur skal verða somikið góð og trygg, at neyðugt er ikki at upptaka størv í ára tíggjur, tí ein er í farloyvi.
Onnur lond hava fyri langari tíð síðani funnið út av tí skilagóða í at løna politikkarum ordliga. Eitt nú Singapore. Har hevur tú ikki loyvi at hava nakra aðra inntøku, um tú er fólkavaldur. Hinvegin lønir landið tær somikið væl, at tú hevur ikki tørv á aðrari løn. Og harvið er møguleikin fyri korruptión minkaður niður í næstan einki. Afturfyri fær samfelagið politikkarar, sum kunnu halga arbeiðsorkuna til politikk, heldur enn at tað er eitt egostyrkjandi frítíðarítriv.
Um vit virða og løna tað politiska somikið, sum vit eiga, tá sleppa við frá ónøgdum sjúklingum, tá ið læknarnir Andrias Petersen, Jenis av Rana og Marjus Dam eru í roki í løgtinginum. Tað verður ikki neyðugt hjá Kára Post at verða fremsti maður í várróðrinum á Norðhavinum ella frammalaga í hummaraveiði, sum tað hevur verið neyðugt hjá honum fyrr og honum nýtist heldur ikki eitt starv at bíða eftir honum á Posta. Hann hevði føtt fornuftigari hugskot enn hetta seinasta, tí tá hevði hann havt stundir til at verið politikkari. Kári á Rógvi nýtist ikki at hava onnur størv fyri at samsýningin samsvarar til hansara juridisku útbúgving. Her eru nøkur nøvn nevnd, eg kundi havt nevnt fleiri. Kanska onkur politikkari gníggjar sær í lógvunum av nevndu dømum, kikarin vendir móti tykkara grammni eisini.
Og hinvegin høvdu vit tá fingið politikkarar, sum einki annað høvdu at hugsa um enn politikk. Fólkaheilsan í Eysturoynni, Havnini og Vágum hevði ikki ávirkað politiska arbeiðið. Heldur ikki gýtingin á Norðhavinum ella lokkandi juridisk bein í Suðurstreymi.
Og vit høvdu fingið betri politikkarar og harvið eitt betri samfelag til frama fyri øll.
Nøkur av okkara bestu politisku talentum koma ongantíð á ein uppstillingarlista av teirri einføldu orsøk, at tey hava ikki fíggjarliga ráð at fara upp í politikk, og tað er stórt spell fyri fólkaræðið. Og tíðin eigur at vera farin frá, at skúlalærarar pr. automatikk sita á tingi, tí ongin annar hevur stundir og ráð til at lóggeva okkara landi.
Og høvdu politikkarar havt virðilig fíggjarlig kor, tá hevði eitt fullkomiliga óumhugsað uppskot, sum tað seinasta frá Sjálvstyrisflokkinum als ikki sæð dagsins ljós og nógv onnur við hesum. Vit høvdu fingið politikk heldur enn møsn.
Hellurnar tann 23. februar










