Gevið nú alternativu vinnuni og tónleikinum ein kjans – bara nakrar fáar krónur – er ynskið!

- Politiski myndugleikin gremur seg, nú toskurin skal verjast – hví ikki geva øðrum vinnugreinum ein kjans – “come on”

Vit eru vitni til eitt alsamt størri kjak, um vit eiga at veiða meira av toski ella ikki, og ein situr við hesi kensluni av, um tað nú aftur endar galið – sum vit minnast aftur frá kreppuni á sinni.

Ikki er tað løgið, tí tað vóru og eru sanniliga nógvar lagnur, sum enn hava sett síni spor, og tí eiga vit at hugsa meira í øðrum banum.

 

Endurtøka er allarhelst neyðug

Tá ein roynir at taka lut í almenna kjakinum, er tað líkasum, at ein fær hesa kensluna av, at hetta hevur tú jú sagt fleiri ferðir, men er tað allarhelst neyðugt.

 

Hví skulu kravgongur til?

Eitt nýtt fyribrigdi er, at nú eru bólkar farnir at reisa seg við kravi um síni rættindir, og tað boðar frá, at nú er tíðin komin til, at játtandi myndugleikin eigur at síggja skiftina á vegginum – og taka hesi krøv til sín.

Eg kann minnast frá tíðini, tá eg og onnur royndu at gera okkum tankar um eina ella aðra alternativa- og tónleikaliga vinnu, at tað fór neyvan at verða lætt at fáa endarnar at røkka saman.

Tá hugsað verður um tølini, vit hoyra og síggja í hesum døgum, er tað líkasum at ein verður tikin av fótum.

Tosa vit um fíggjarligu samsýningina til tónleikaundirvísingina, er hetta meira talan um ein dropa í havinum (myndalig tala), so hvat er veruligi trupuleikin hjá tykkum politikarum??

 

Síggja tit ikki ljósið?

Tað er nú einaferð so, at verður eitt oyra givið, hevur hetta ofta eina ella aðra synergi-effekt við sær, tí fíggjaligi íblásturin setur nakað ígongd, og tí SKAL poltitiski myndugleikin føla ábyrgd og geva seg í trætuni um samsýningina til tónleikaundirvísingina!

Fruktirnar kenna vit frá øðrum tónleikaligum ávøkstum – so “come on”!