Avgerðin at lata serfrøðingarnar fara heimaftur er ein ósigur fyri George W. Bush, forseta, sum seinastu mánaðarnar hevur hildið uppá, at Irak hevði hópoyðingarvápn, og at amerikanararnir fóru at finna tey. Júst hópoyðingarvápnini vóru eisini grundgeving forsetans fyri at leypa á Irak.
-Vit halda ikki, at vit fara at finna nøkur tílík vápn, sigur heryvirmaðurin Tom Barid við blaðið Washington Post.
Hann hevur seinastu tíðina arbeitt saman við einum liði av vápnaserfrøðingum, sum nú hava fingið boð um at stinga í sekkin og at fara heimaftur. Leiðarin hjá serfrøðingunum, obersturin Robert Smith, sigur við Washington Post, at teir komu til Irak at leita eftir evnafrøðiligum og lívfrøðiligum vápnum, men mugu ásanna, at teir einki hava funnið.
Eygleiðarar siga, at hendan ásannanin er ringur biti hjá Colin Powell, uttanríkisráðharra at svølgja. Víst verður á, at tann 5. februar legði Powell eina røð av "prógvum" fyri ST-trygdarráðið, har hann segði Irak hava fleiri hundrað tons av lívshættisligum lívfrøðiligum og evnafrøðiligum vápnum. Samstundis segði hann seg kunna prógva, at Irak hevði rakettir, sum kundu løðast við hópoyðingarvápnum, og at irakar vóru í ferð við at gera eina kjarnorkubumbu.
Summir amerikanarar halda, at tað eydnaðist irakum at beina fyri teimum seinastu ólógligu vápnunum, áðrenn amerikanarar og bretar tóku seg fram.