Í dag veit Reuters at siga, at ukrainskar deildir í Sievjerodonetsk geva russisku deildunum í býnum harða mótstøðu.
Í gjár ljóðaði, at russar høvdu tikið eini 70 prosent av býnum, men í dag sigur guvernørurin í Luhansk fylkinum, Serhij Hajdaj, at ukrainski herurin hevur tikið umleið 20 prosent av býnum aftur frá russum.
Tað sigur hann við ukrainskt sjónvarp.
Guvernørurin leggur aftrat, at meðan støðan áður var trupul og prosentparturin, sum Russland hevði lagt undir seg, var umleið 70 prosent, hava ukrainar nú trýst russisku deildirnar eini 20 prosent aftur.
Reuters veit eisini í kvøld at siga, at tveir av teirra journalistum í Ukraina eru raktir av skotum, tá skotið varð eftir bilinum, teir koyrdu í.
- Báðir journalistarnir vórðu særdir, og bilførarin læt lív.
Reuters veit at siga, at journalistarnir vóru á veg til býin, Sieverodonetsk, har eysturin í Ukraina, tá bilurin varð álopin.
Tað er júst hesin býurin, vit hava umrøtt her oman fyri, har harðir bardagar eru millum ukrainskar og russiskar deildir.
- Vit vilja vísa familjuni hjá bilføraranum okkara djúpastu samkenslu, sigur ein talspersónur fyri Reuters í dag.