Geva álopsmanni høvi til at melda seg sjálvan

Løgreglan hevur so góð spor í málinum um neyðtøkuroynd í Havn, at tey halda, at tey kunnu seta navn á álopsmannin

 

Løgreglan hevur nú rættiliga góð spor at ganga eftir í málinum um ein mann, sum leyp á eina kvinnu mikukvøldið, og royndi at neyðtaka hana aftanfyri Sjónleikarhúsið í Havn.

 

Eftir hendingina bsóknaðist løgreglan alment eftir vitnum og løgreglan síðani hava fleiri vent sær til løgregluna.

 

Løgreglan hevur eisini tekniskt spor at ganga eftir, men tey skulu kannast, og úrslitið av teimum kanningunum er ikki liðugt enn.

 

Vakmyndatól ymsastaðni í Havn, hava eisini lagt onkrar brikkar afturat pusslispælinum.

 

- Vit halda okkum nú vera komin so nær, at vit kunnu seta navn á álopsmannin, sigur løgreglan í morgun.

 

Enn er kortini eingin handtikin, tí løgreglan vil hava teir seinastu brikkarnar at liggja, áðrenn nøkur stig verða tikin.

 

Men tey siga, at tey eru so mikið vís í síni sak, at tey í roynd og veru geva álopsmanninum høvi til at taka ábyrgdina av síni gerð, og at melda seg sjálvan.

 

Kortini frætta tey framvegis fegin frá fólki, sum halda seg hava sæð nakað illgrunasamt mikukvøldið.

 

- Tess fleiri, ið boða frá, tess sterkari standa vit í próvførsluni, og fólk skulu heldur ringja einaferð ov ofta, enn einaferð ov sjáldan til løgregluna.

 

Tað var um midnáttarleitið mikukvøldið, ella ímillum klokkan ellivu og hálvgum eitt, at ein ung kvinna varð álopin aftanfyri Sjónleikarhúsið.

 

Men kvinnan rópti og bardist so mikið ímóti, at maðurin gavst og helt til rýmingar.

 

Kvinnan lýsir mannin at verða 18-25 ár, 175-185 sentimetrar høgur, og vanliga bygdur, kanska heldur klæntrasligur.

 

Hann hevði stutt, myrkt hár og var í myrkum jakka, myrkum cowboybuksum og svørtum skóm.