Gev tónleikinum C-vitaminir

Javnaðarflokkurin hevur sett sømdirnar hjá føroyska tónleikalívinum sum eitt sjálvstøðugt evni í síni valskrá. Velur tú lista C til løgtingsvalið, ert tú beinleiðis við til at stuðla føroyskum tónleikarum.

Teitur Lassen, Eivør Pállsdóttir, Guðrun Sólja Jacobsen, Týr, Gunnar Mikkelsen. Hesi eru øll nøvn, sum í farna ári hava víst umheiminum dugnaskapin hjá føroyskum tónlistafólki. Dugnaskapin í einum tónleikaumhvørvi, sum er ógvuliga ríkt uppá talentir. Men sum samstundis er fátækt í pengum og umstøðum.
Í Javnaðarflokkinum fegnast vit um dugnasemið. Samstundis ásanna vit, at brúk er fyri betri umstøðum hjá føroyskum tónleikanum at menna síni evni. Tí hava vit sett okkum fyri at brúka orku uppá at vera við til at styrkja hesa listagrein.

Stuðla útgávu
Eitt ríkt tónleikalív kann eisini gerast ein gevandi útflutningsvøra. Men tað er bæði kostnaðarmikið og torført hjá føroyskum tónleikarum at útgeva tónleik, eisini tá tað bert snýr seg um føroyska heimamarknaðin. Tí á einum so lítlum marknaði, sum tí føroyska, er tað nærum ógjørligt at fáa fíggjarligt avkast burtur úr útgávunum.
Vøran er kortini fyrsta floks, og kundi saktans verið seld uttanlands. Men trupult er at koma á marknaðin, og tá útgávan í Føroyum ikki lønar seg, er trupult at fáa fígging til at røkka útlendska marknaðin.
Tí heldur Javnaðarflokkurin tað beinleiðis vera neyðugt at seta pening og orku av til at stuðla føroyskari fløguútgávu uttanlands. Tað er neyðugt at hjálpa til við fíggingini. Og tað er eisini umráðandi á aðrar hættir at hjálpa tónleikarunum at bróta ígjøgnum á risastóra altjóða marknaðinum.

Góður vinnumøguleiki
At stuðla føroyskum tónleiki kann beinleiðis vera við til at styrkja føroyska búskapin. Tí við útflutningi av tónleiki, kunnu vit eisini skapa ein nýggjan vinnuveg.
Tónleikaídnaðurin úti í heimi er ein fíggjarligur risi. Og tí kunnu føroyskir tónleikarar við røttu marknaðarføringini og nakað av hepni, útvega nýggj arbeiðspláss og møguliga eisini eitt íkast til føroyska búskapin.
Samstundis er altjóða marknaðurin ein góður møguleiki hjá føroyskum tónlistafólkum at menna seg enn meira.
Gev tónleikinum C-vitaminir. Atkvøð fyri lista C tann 20. januar.