Gev okkum frælsi at vinna og virka

- Vit ynskja frælsi at liva eitt sjálvstøðugt lív, har samfelagið er soleiðis innrættað, at vit sjálvi hava møguleikan at velja útbúgving og lívsstarv. Hetta var høvuðsboðskapurin hjá Leilu Solmunde, forkvinnu í MBF, á evnisdegnum um rættindini hjá teimum brekaðu, sum var í Norðurlandahúsinum herfyri




- Tá ið vit viðgera viðurskiftini hjá teimum, ið bera brek, er tað eftir mínum tykki eitt orð, sum rættiliga væl fevnir um allar liðirnar í hesum torskilda spurningi, og tað er orðið "atkoma". Hetta í orðsins víðastu merking, segði Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í setanarrøðu síni á evnisdegnum um rættinidini hjá teimum, ið bera brek.
Og tað var júst hetta evnið "atkoma og møguleikar", sum var høvuðsboðskapurin hjá Leilu Solmunde henda dagin.
Boðskapurin hjá henni var sera greiður: Hon bað politikararnar beina burtur forðingar, soleiðis at tey, ið bera brek, ótarnaði kunnu koma sær fram í samfelagnum og soleiðis verða før fyri at at útbúgva seg og arbeiða sum øll onnur.
Marjun Bæk, prestur, tosaði um, hvussu fólk við breki verða lýst í heilagu skriftunum. Hon tók støði í søguni um mannin við Betesdahyl, sum ongan hevði at hjálpa sær.
Hon vísti eitt nú á ta oyðimarkargongd, tað oftast er hjá teimum, ið hava brúk fyri hjálp frá samfelagnum, tá á stendur.
Hon endaði røðu sína við at siga, at kristindómurin definerar menniskju sum skuldarar - sum eitt samfelag av skuldarum, ið skylda hvørjum øðrum og Guði alt.
- Tað áliggur øllum, sum hava makt og ávirkan, at brúka sína makt og ávirkan í tænastuni fyri tey, sum so ella so hava skerda makt og ávirkan.
Halgir Winther Poulsen røddi um rættindini hjá teimum brekaðu í mun til mannarættindini, og eins og hinir røðararnir kom hann eisini við eini sterkari áheitan á politikararnar um at bøta um umstøðurnar hjá teimum brekaðu.

Burtur við samkensluni

Um 200 fólk vóru til evnisdagin, og Leila Solmunde fegnast um, at so nógv fólk høvdu sett tíð av til tiltakið.
- Tað var gleðiligt at síggja so nógvar lands-og kommunalpolitikarar og onnur, sum skulu taka avgerðir teimum brekaðu viðvíkjandi, sigur hon.
- Vit, sum bera brek av ymiskum slagi, hava ikki brúk fyri, at tað verður tikið synd í okkum. Tað, vit hava brúk fyri, er møguleikar - møguleikar at útbúgva okkum, arbeiða og vera til, sum øll onnur!
- Og í veruleikanum er tað so ógvuliga lítið, sum skal til fyri at uppfylla hetta, tí ofta eru tað fysiskar forðingar í umhvørvinum sum gera, at vit ikki fáa tikið lut í tí, sum samfelagið hevur at bjóða.
- Tað ræður um at síggja, hvørjar møguleikar hvør einstakur hevur, sjálvt um hann ber brek. Tað er ikki neyðugt at gera fólk veikari, enn tey eru, hóast tey eru skerd á ymiskar mátar.
- Hvørki politikarar ella tey, ið arbeiða við áhugamálunum hjá teimum sum bera brek, skulu hugsa um tey brekaðu sum almannaklientar. Heldur skulu vit skapa møguleikar, so tey, ið bera brek, eisini kunnu sleppa at gera samfelagsnyttu, sigur forkvinnan í MBF.