Orð Guds bíblian er einasta bók, ið gevur okkum ein boðskap um, hvat lívið er, einasta bók sum sigur frá um deyðan og um ævinleikan, einasta bók sum veitir troyst viðvíkjandi øllum vandamálum, vit menniskju stríðast við, einasta bók sum gevur vón, einasta bók sum gevur fulla vissu, einasta bók sum sigur okkum frá, hvat ið synd er, og sum gevur okkum fulla vissu um syndafyrigeving og fullan frið í hjartað við trúnni á Kristus. Einasta bók sum sigur okkum frá um GUD, skapara okkara opinberaður í holdi við Jesusi Kristi, soleiðis at vit kunnu skilja hjartalag hansara, hann sum annars ikki er til at fata, hesin ævigi Gud, sum altíð hevur verið er og verður, ein altíð verandi “EG ERI.”
Bíblian sigur okkum frá, hví vit eru her. Áp. 17,26-31. Hvussu vit kunnu verða frelst. Áp 16,31-33. Og, sum longu víst á, fáa fulla vissu um tað, sum kemur aftaná deyðan, vandamálið sum øll menniskju stríðast við innast inni.
Bíblian er mest elskaða bók í heiminum og kanska mest hataða eisini. Hví eru so mong, sum hata hana og stríðast fyri at gera hana til einkis, velja alt annað at byggja á til frelsu osf.. Tí Djevulin er heimsins harri, og hann stendur aftanfyri alt tað ónda í hesum heimi. Men Harri okkara fer at gera enda á honum og øllum, sum fylgja honum. Men enn er náðihurðin opin. Lurtað tí eftir boðskapi bíbliunar, bygg ikki frelsu og ævigu lagnu tína á onkran átrúna ella okkurt annað, men trúgv á boðskap bíbliunar, og hann er um frelsaran Jesus Kristus.
Og frelsa er ikki í nøkrum øðrum; heldur ikki er nakað annað navn undir himli, givið millum menniskju, sum vit skulu verða frelst við." Áp.4,12.
Men so mongum sum tóku ímóti Honum, gav Hann mátt at verða børn Guds - teimum, ið trúgva á navn Hansara; Jóh. ev. 1,12.