Jón Guttesen
???????????????
Nú rokningin til útvarpsgjaldið kom inn um gáttina og TSVS rungar í útvarpinum er ikki annað fyri hjá hesum lesarbrævhøvundinum enn at vísa sína ónøgd. Public Service ábyrgdin liggur tung á almennu fjølmiðlunum, og hesin lesarabrævhøvundurin vil verða við at almennu fjølmiðlarnir megna ikki at lyfta hana. Tað vil hesin lesarabrævhøvundurin royna gera uttan at niðurgera tað megnararbeiði, sum menn og kvinnur dag aftan á dag gera í hesum miðlum fyri Føroya fólk.
»Vit geva fólkinum tað tey ynskja« plagar at verða undanførslan, tá privatir fjølmiðlar lata frá sær sendingar, ið verða mettar at verða einstáttaðar ella hava lítið virði. »Gev fólkinum tað tey ynskja« var av tilvild eisini orðatakið í Romverjar høvdu á lofti meðan glatiatorarnir bardust við lívinum í vága í Coliseum - so kundu Senati og Ceasar ráa sum teir vildu.
Tað er ein ógvuslig andstøða í millum at geva fólkinum tað tey ynskja og public service ábyrgdin. Og hesin lesarabrævhøvundurin meinar at almennu Føroysku miðlanir leggja í ov stóran mun áherðslu á tað fyrra heldur enn tað seinra - at geva fólkinum tað ta ynskjur heldur enn at tæna tí.
Ábyrgdin á tínum herðum
Public Service - í tænastu fólksins, merkir í stuttum at hesir miðlar hava eina ábyrgd í samfelagnum og eina ábyrgd fyri mentanini ið liggur omanfyri aðrar ábyrgdir.
Fjølmiðlalógávan í londunum kring okkum áleggur til dømis almennum miðlunum at
?teir skulu tryggja at fólki hevur eitt fjáltáttað og høgtgóðska úrval av sendingum
?at sendingar og tænastur annars skulu fevnað um tíðindaflutning, upplýsing, frálæra, list og undirhald
?at tað er alneyðugt at frælsi til upplýsing og tælifrælsi verða vird.
?at miðlarnir í øllum viðurskiftum eru uttanveltaðir og óvildarligir
?at miðlarnir tryggjað fólkinum upplýsing og kjak um teirra samfelag
?at mál og mentan fáa bestu sømdir
?at margfaldi í listini og í mentanini verður vird fær innivist í sendingunum
Hesin lesarabrævhøvundurin spyr um lesarin kann kenna teir føroysku almennu miðlarnar aftur í hesum krøvum.
Gev okkum undirhald við góðsku
Undirhaldið hevur góðar dagar. Vit ringja og skriva og ynskja okkara kærum tillukku og velja sangir og greiða frá veðrinum og um gerðandisdegnum. Hetta gerða vit í so stóran mun at 2 rásir eru á tremur við hesum. Tað er vorði jól alt árið. Og sjálvandi skal hetta eisini hava innivist hjá okkara miðlum.
Men tað má verða ein javnvág í. Mentan er eisini undirhald og undirhald er eisini mentan. Undirhald við biti í, við innihaldi og tyngd og sum hevur hægri góðsku enn alment prát má væl eisini kunna hoyrast í okkara miðlum.
Gev okkum drúgv tíðindi
Tað er eyðsæð at almennu miðlanir brúka stóra orku upp á tíðindaflutningin. Tey skjóttsøgdu tíðindini í ÚF eru væl umboðaði tíðliga og seint, og Dagur og Vika ferð við meginpartinum av orkuni hjá SVF.
Men tað er nú einaferð soleiðis at besti eginleikurin hjá skjótt søgdum tíðindum, er at tey eru - skjótt søgd. Tá er ikki tíð til at spyrja hví og hvussu, ella at greiða frá samanhenginum, fordømum, avleiðingum ella rákinum. Tey drúgvu tíðindini sum ikki kunnu lesast upp uppá 2 minuttir er ikki pláss fyri. Tá tikið verður saman um vikuna í fór verða skjótt søgdu tíðindini klipt niður so tey verða enn meira skjótt søgd, og uttan at verða viðgjørd.
Gev okkum drúgv tíðindi. Tey tíðindi sum hava samanhang og avleiðingar og sum okkara fremstu høvd kunnu greiða frá í tímar. Og lat tey sleppa tað. Lat tey greiða frá í tað óendaliga um hesi tíðindini, og lat fólk sum hesi tíðindi hava avleiðingar fyri greiða frá avleiðingunum.
Gev okkum upplýsing og kjak um samfelagi
Almenna kjaki í Føroyum hevur sera, ella sum onkur fjølmiðlamaður hevði orðað ta, sera sera sera ringar sømdir. Kjaki um okkara samfelag eigur als ikki innivist í miðlunum og harvið ikki innivist í almenna rúminum.
Kjakmentanin í Føroyum er útdeyð, í stóran mun vegna útlendskar og føroyskar fjølmiðlar sum leggja hald á okkara frítíð. Hesin lesarabrævhøvundurin vil haldað miðlanar uppá at tað er teirra ábyrgd at bróta slóð fyri tí almenna kjakinum og endurreisa tað føroysku kjakmentanina, eina mentan har í okkara samfelagsviðurskifvið verða viðgjørt og kjakast um og harvið verða livandi og viðkomandi.
Gev okkum betri og ikki meira
Tað er frammi ferð eftir ferð tá almennu miðlarnir verða kritiseraðir at grundgevingin fyri standin í almennu føroysku miðlunum er at peningur ikki er tøkur og tað kostar at gerða Føroyskar sendingar.
Tað er púra rætt at tað kostar at gerða Føroyskar sendingar, og tað er rætt at fjølmiðlaframleiðsla er kostnaðarmikil. Men góðska kostar ikki, góðska liggur ikki í teimum pengunum sum verða brúgtir til framleiðslu, men í tilgongdini at framleiða, í framleiðsluni sjálvari.
Hesin lesarabrævhøvundurin krevur ikki meira, men eina hægri góðsku.