Hóast túsundtals av festivalgestum eru samlaði í Klaksvík í hesum døgum í samband við Summar Festivalin, so sæst tað ikki aftur í arbeiðsbyrðini hjá løgregluni. Vakthavandi á løgreglustøðini upplýsir, at annað kvøldið á rað hevur lítið verið at gjørt hjá løgregluni.
- Ein fráboðan var um ein, ið hevði fingið ov nógv at drekka, men tað tóku samarittarnir sær av. Tey ganga runt í økinum og hava tikið sær av tí, ið hevur verið. Annars er tað góður stemningur og nógv fólk, upplýsir vakthavandi.
Boð vóru tó tvær ferðir eftir sjúkrabili, men talan var hvørgan ferðina um politimál, upplýsir vakthavandi.