Skála endar á sjeynda plássinum. Tað er tað einasta, sum liggur fast undan seinasta leikdegi í Formula-deildini.
Hetta hevur verið støðan nú í nøkur umfør, men hóast hetta, so tykist ikki, sum hava Skálamenn mist allan hugin at spæla bólt. Seinastu vikurnar hava teir fingið javnleik móti trimum av liðunum, sum eru oman fyri á talvuni, og lítið er at ivast í, at teir fegnir vilja enda árið væl við einum sigri.
Til dystin leygardagin er Pauli G. Hansen einasta ivamálið. Hann fór út úr dystinum móti B36 við skaða, og síðani hevur hann ikki fingið vant.
Hjá VB/Sumba eru allir mans tøkir. Og har er málið púrasta greitt. Sigurin á NSÍ lyfti liðið upp um niðurflytingarstrikuna, og tað arbeiðið kann gerast liðugt leygardagin. Megnar VB/Sumba at taka øll stigini á Skála, er tað nevnliga púrasta líkamikið, hvussu skerst hjá B68 og ÍF í sínum dystum. So hóast teir eru á útivølli, so fer VB/Sumba at spæla fyri øllum trimum stigunum leygardagin.