Bert fá sekund vóru eftir av dystinum í Kollafirði, tá KÍF royndi eitt seinasta mótálop. Bólturin varð tveittur fram til Gert Hansen, men tá hann skuldi lofta, kom beinið heilt skeivt fyri.
Spælarin, sum hendan dagin var sjónligasti maðurin á vøllinum, small í gólvið, og eftir andlitsbráðnum at døma var eingin ivi um, at talan var um álvarsligan skaða.
- Eg havi havt onkrar trupulleikar við liðbondunum í knænum. Og veit ikki, um talan nú er lið- ella krossbandsskaða. Men eg ivist onga løtu í, at kappingarárið er liðugt fyri mítt viðkomandi staðfesti Gert, tá vit sunnukvøldið høvdu hann á orði.
- Eg føldi bara, at knæið líka sum knekkaði aftureftir, áðrenn tað aftur fann røttu leguna. Enn havi eg so ikki verið til kanningar, men tað skal eg seinni í hesum mánaðinum. Men sum sagt, so ivist eg ongan løtu í, hvør dómurin verður, segði Gert.