Gerrard gevst í 2013

29 ára gamli liðskiparin hjá Liverpool, Steven Gerrard er í sínum bestu fótbóltsárum. Men hann hevur gjørt eitt óvanligt stig. Hann hevur longu meldað út, nær hann ætlar at stilla fótbóltsskógvarnar.

 

- Verandi sáttmáli við Liverpool gongur út í 2013, og eg vænti ikki, at eg spæli út um tað. Tá eg steðgi, so kann eg gera tað í vissuni um, at umboðaði bert eitt fótbóltsfelag í mínari yrkisleið, sum fótbóltsspælari, sigur Steven Gerrard við kenda franska fótbóltsblaðið, France Football.