Gerið serliga deild til Fólkaskúlan

– Tað undrar okkum ikki, at Mentamálaráðið dumpar fleiri ferðir í fyrisitingarligum og námsfrøðiligum uppgávum.

– Tað undrar okkum ikki, at Mentamálaráðið dumpar fleiri ferðir í fyrisitingarligum og námsfrøðiligum uppgávum.

 

Tað sigur Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags, við Skúlablaðið.

 

Hann vísir á, at Mentamálaráðið hevur í fleiri ár spart burtur tann partin av ráðnum, sum skal umsita og leggja kósina fyri fólkaskúlan.

 

– Vit skulu bert fá ár aftur í tíðina, tá fólkaskúladeildin í Mentamálaráðnum var tann størsta og kanska best virkandi av deildunum við 6-7 starvsfólkum. Í dag er fólkaskúladeildin spard burtur við sokallaðum bygnaðarbroytingum. Deildirnar eita nú Aðalskrivstovan, Politikkdeildin, Stýrisdeildin og Vitanardeildin, sigur Herálvur Jacobsen.

 

Hann vísir á, at tá Lærarafelagið hevur spurt seg fyri á fundum, hvør nú skal taka sær av uppgávunum, sum fólkaskúladeildin tók sær av, er svarið: Øll. Onki fast starvsfólk ella deild skal taka sær av einum av størstu løgfrøðiligu, fyrisitingarligu og námsfrøðiligu uppgávunum í landinum.

 

– Vit hava 46 fólkaskúlar við starvsfólki og leiðslum, sum eru beinleiðis undir Mentamálaráðnum. Skúlaleiðslur, Lærarafelagið og lærarar hava dagliga stórar trupulleikar við at fáa samband við Mentamálaráðið. Skúlaleiðslur hava í nógvum førum eftir royndir í fleiri dagar uppgivið at fáa samband við fakfólk innan fólkaskúlan í Mentamálaráðnum og venda sær tí til Lærarafelagið við spurningum og uppgávum, sum heilt greitt hoyra undir arbeiðsøkið hjá arbeiðsgevaranum. Vit eru altíð glað fyri at hjálpa okkara limum, men mugu í fleiri førum ásanna, at uppgávan hoyrir heima hinumegin borðið.

 

Víðari skrivar Herálvur Jacobsen:

 

»Lærarafelagið hevur altíð havt eitt gott og gevandi samstarv við fólk í fyrrverandi fólkaskúladeildini í Mentamálaráðnum. Tey eru í allar mátar serkøn og dugnalig, og vit vilja sláa fast, at okkara trupulleiki ikki er ein avleiðing av, at tey ikki gera sítt arbeiði. Nei, trupulleikin stendst av manglandi manning til at røkja kjarnuuppgávurnar innan fólkaskúlan. Bygnaðurin í ráðnum hóskar heilt einfalt ikki til veruleikan. 
 

 

Kjak hevur seinastu tíðina verið um framtíðar bygnaðin av miðfyrisitingini. Ein arbeiðsbólkur hjá landsstýrinum hevur lagt eitt kjakupplegg fram. Ein av boðskapunum í upplegginum er, at fyrisitingarligar uppgávur og kæruviðgerð skulu flytast til undirliggjandi stovnar ella eindir. Hetta skal m.a. gerast fyri at fáa sparingar í miðfyrisitingini. Tann veruleiki, at flytingin av uppgávunum hevur øktar útreiðslur við sær aðra staðni í skipanini, grettir ongin eitt orð um. Mentamálaráðið fór longu fyri nøkrum árum síðan undir sínar bygnaðarbroytingar í tráð við kjakuppleggið m.a. við at taka fólkaskúladeildina av, men ráðið hevur eftir øllum at døma “gloymt”, at fyrisitingarligu uppgávurnar ikki hvørva av sær sjálvum. Úrslitið er hareftir. Starvsfólkaviðurskiftini verða ikki røkt, og reglur og kunngerðir verða ikki gjørdar. Talið av kunngerðum og reglum við heimild í føroysku fólkaskúlalógini er umleið ein triðingur samanborið við talið av kunngerðum og reglum við heimild í donsku fólkaskúlalógini. Hetta kann í nøkrum førum vera ein fyrimunur, men gevur sjálvandi økta málsviðgerð. Lærarafelagið, skúlastjórar og lærarar eru í døpurhuga. Við verandi gongd endar fyrisitingin av fólkaskúlanum í kaos um nøkur ár.

 

Lærarafelagið hevur fyrr víst á, at einasta gongda leið er, at ein serligur sjálvstøðugur stovnur ella deild verður sett á stovn undir landsstýrismanninum, mannað við fakfólki, sum skal taka sær av starvsfólka-, fyrisitingar- og námsfrøðiligum málum fólkaskúlans. Lærarafelagið mælir staðiliga landsstýrismanninum at fara undir at skipa eina tílíka deild. Hon er í samsvari við tankarnar í kjakupplegginum frá miðfyrisitingini.«