Gerið eina ?Hvítbók? um pensjónina

PENSJÓNSMÁLIÐ er vorðið ein politisk kastibløðka. Ikki minst tí at fráboðaninar hjá landsstýrisflokkunum eru so ymiskar. Og tað er spell. Partvíst tí at málið ger, at pensionistar verða ótryggir, og partvíst eigur tað at vera breið politisk semja um eitt so týðandi mál.

 

TAÐ elvdi til politiskan rumbul, tá bæði Tjóðveldisflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin søgdu seg taka undir við eini tvungnari, individuellari skipan, sum Fólkaflokkurin í fleiri ár hevur tosað um. Soleiðis varð hetta uppfatað. Heitið fyri hesum politiska misforstrinum er Fólkatrygging. Men tá hetta kom út í fjølmiðlunum, var Tjóðveldisflokkurin skjótur at boða frá alment, at talan var ikki um at fara frá tí solidarisku fólkapensjónini, sum afturímóti skal styrkjast. Alt gott um tað, men ikki skerst burtur, at Tjóðveldisflokkurin hevur ikki grett eitt orð um tað samhaldsfasta - solidariska - alternativið til Fólkapensjónina, nevniliga tann Samhaldsfasta síðani. Og tá uppskotið hjá Javnaðarflokkinum um at hækka inngjaldið til Samhaldsfasta var fyri í Løgtinginum í vikuni var eingin positiv tilsøgn at hóma har heldur

RÁKIÐ hevur í fleiri ár verið, at alt fleiri fakfeløg fáa avtalur um eftirlønarskipanir. Alt gott um tað, men vit eiga ikki at gloyma, at tað eru partar í samfelagnum, sum ikki hava henda møguleika - arbeiðsleys, avlamin, fólk á smábygdum osfr. - og í teimum førum er Samhaldsfati einasta alternativið, um fólkapensjónin ikki verður hækkað munandi.Hinvegin, verður Tjóðveldisflokkurin við til at gera eina tvungna, individuella pensjónsskipan - meinlíkari fólkatryggingini hjá Fólkaflokkinum - sum gevur fólki eftirløn í mun til inngjald, ger flokkurin eitt risafet frá solidaritetsprincippinum, ið hevur eyðkent politikkin á pensjónsøkinum. Verður hetta leiðin, verður torført at venda aftur. Og hvat verður tá tað næsta - brúkaragjøld á almanna- og heilsøkinum?


AVTALUR, sum fakfeløg hava gjørt, eru komnar væl við. T.d. skipanin hjá Havnar Arbeiðsmannafelag, ið fleiri ferðir hevur fingið rós á hesum stað. Tí varð tað ein loddrøtt lygn, tá Bjarni Djurholm í tinginum henda dagin segði,at Sosialurin hevur niðurgjørt hesa skipan.Tvørturímóti. Henda skipanin er samhaldsføst, og er eitt frálíkt ískoyti hjá arbeiðsmonnum í Havn. Hóast Dagblaðið hevur skamróst skipanini, so skerst ikki burtur, at Fólkaflokkurin virkaði fyri eini skipan, ið ikki byggir á samhaldsfesti.


VIT eiga at endurskoða pensjónsviðurskiftini frá grundini, gera eina ?Hvítbók? og tá tað er gjørt, eiga vit fyribils at bøta verandi skipanir. Tað er umráðandi at fáa eina breiða semju um pensjónsmálið, so tað ikki verður politisk kastibløðka. Og her áttu Tjóðveldisflokkur og Javnaðarflokkur, sum vilja umboða tey veiku, at royna at draga eina línu.Tíðin er komin hartil, at hesir flokkar gera sær greitt, hvat Fólkaflokkurin stendur fyri.