Gerhard Lognberg: Sandoyartunnilin

Ja nú ganga bylgjunar høgt, tí nøkur meina, at eg skal ikki rætta hondina út, fyri at fáa Sandoyar tunnilin.

Argumentini eru, at eg bleiv snýttur, tá Sandoyar tunnilin varð samtyktur, og síðani fór alt í vaskið, jú har til eri eg samdur.

Men, skal eg sum valdur tingmaður krógva meg burtur fyri ikki at royna aftur at fáa tunnilin, tað skulu tit gloyma, tí eg helmi ikki í, so leingi eg eri í tinginum.

 

Rís og rós

Serliga er tað facebook, sum setur ljóskastarin á, takk til tykkum sum skriva jaligt til mín, tað fløvar mítt hjarta og styrkir meg á vegnum.

Annars havi eg eisini fingið ljótar viðmerkingar.

 

Psykan hjá mær

 

Psykuni hjá mær feilar einki, so meir tit spilla út, meir verði eg styrktur í míni sak, so haldi tit bara áfram. Mítt treiskni klára tit ikki at steðga.

 

Og tú Flóvin Ejdesgaard

 

Og tú Flóvin, um eg ætlaði mær ráð frá tær, so skuldi eg spurt teg.

Men mín góði vinur, tað geri eg ikki. Var tað ikki tú, sum sat á Gamla Apotekið sum ekspertur og tann stóri ráðgevin til síðsta val?

Eg minnist mest til tín at vilja stinga summi valevni í ryggin,saman við teimum, sum vildu hava onnur fólk vald í flokkin.

So lat vera, tú er ikki mín ráðgevið og blívur tað ongantíð.

 

Mín meining.

 

Mín meining og hana skal eingin taka frá mær. Landið ella tað almenna Føroyar fara ikki tey næstu 50 árini at hava ráð at byggja ein Eysturoyar tunnil og síðani ein Sandoyar tunnil NEI OG AFTUR NEI.

 

Tað einasta

Tað einasta er at gera Eysturoyar tunnilin privatan, men Sandoyar tunnilin almennan, um vilji er til tað.

 

Um Gerhard Lognberg verður sníttur aftur, veit eg ikki av góðum grundum, men um tit, sum vilja spilla meg út, taka synd í mær, so vælsignaði gerið ikki tað.

Tit, sum vilja tilrokna mær tað sum skomm, so klári eg avbera væl at bera hana, púra uttan hjálp.

 

Um viljin er til Sandoynna, so skal mín hond altíð vera útrætt, tað skal eingin fora mær í, minnist til tað.

Sandoy saman við Skúvoy og Heysti er um at blíva manntómt, og tað sær tann polittiski mynduleikin, tað ber ikki annað til.

 

Mítt hjarta bankar fyri Suðurøkinum í Føroyum og tá meini eg eisini við Suðuroy.

 

“Fallin er hon Reginsborg, men ikki er Rólant deyður”

 

 

Við Javnaðar kvøðu

 

 

 

 

Gerhard Lognberg

Løgtingsmaður

Skopun