Hetta var niðurstøðan av fundinum, og av hesum at lesa er Gerhard Lognberg ikki tveittur úr flokkinum, sum fleiri væntaðu fór at henda á hesum fundinum. Harafturímóti varð talan um ein heitorðaðan fund, sum endaði við at Gerhard Lognberg rýmdi í skundi til tess at náa seinasta fartin um Skopunarfjørð, og har floksleiðslan staðfestir at hon stendur aftanfyri floksformannin, landsstýrisfólkini, tingmanningina og politikkin, ið hevur verið førdur seinastu tíðina, og at floksleiðslan hartar Gerhardi fyri tær ákoyringar, ið hava verið.
Niðanfyri er tíðindaskrivið, sum kom frá floksleiðsluni stutt eftir fundin.
Niðurstøða á floksleiðslufundi Javnaðarfloksins
1. august 2008
Floksleiðslan tekur fult og heilt undir við tí vælaarbeiði, ið floksformaðurin, landstýris- og tingfólkini gera sambært grundsjónarmiðum Javnaðarfloksins. Somuleiðis tekur floksleiðslan staðiliga frástøðu frá útsagnunum og atburðinum hjá Gerhardi Lognberg seinastu tíðina, har hann beinleiðis hevur niðurgjørt floksformannin og tingbólkin. Harumframt góðtekur floksleiðslan ikki, at Gerhard Lognberg, við at taka stuðulin aftur til samgonguna, hóttir parlamentarisku støðuna hjá flokkinum og samgonguni.
Floksformaðurin tekur beinanvegin stig til at kalla inn til landsfund at viðgerða framtíðar politisku stevnu floksins.










