Gerhard fær Sambandið aftur á fremsta bonk

Við Gerhard Lognberg verður Sambandsflokkurin aftur størsti flokkur á tingi – og kann tí skúgva Fólkaflokkin av aftur fremstu plássinum í tingsalinum.

Seinastu dagarnar hava seiglívaðar leysasøgur gingið um, at Gerhard Lognberg verður limur í tingbólkinum hjá Sambandsflokkinum, sum harvið aftur blívur størsti flokkur á tingi.

 

Á løgtingsvalinum seinast, gjørdist Sambandsflokkurin størsti flokkur á tingi. Flokkurin fekk, eins og Fólkaflokkurin átta tingfólk – men hevði 663 atkvøður fleiri enn Fólkaflokkurin, sum svarar til 2,2 prosenstig.

 

Men við tað at Janus Rein fór úr Framsókn og upp í Fólkaflokkin, gjørdist Fólkaflokkurin størsti flokkur við níggju tingfólkum. Hetta merkti, at Fólkaflokkurin nú slapp at sita fremst í løgtinginum. Flokkarnir sita eftir stødd. Landsstýrisfólkini sita framst, síðani flokkarnir eftir stødd – har tann størsti situr fremst, meðan tann minsti situr aftast.

 

Tað var tann 12. september, at Janus Rein kunngjørdi, at hann gjørdist fólkafloksmaður. Enn hevur Gerhard Lognberg ikki kunngjørt, at hann frá at vera javnaðarmaður verður sambandsmaður. Men ger hann tað, so verður aftur broyting í tingsalinum.

 

Tí so mugu teir báðir størstu flokkarnir aftur skifta pláss – og sambandsfólkini kunnu siga pent »takk fyri seinast« við fólkafloksfólkini, sum soleiðis bara fingu nakrar krákumánaðir á fremstu tingplássunum – tann flokkurin, sum fólkið valdi til Føroya størsta flokk aftur kemur til heiður og æru.

 

Gerhard Lognberg hevur enn einki sagt enn – men tá hann atkvøddi ímóti misálitisuppskotinum, sum formaður hansara tá, Aksel V. Johannesen, legði fram, segði hann, at tað var tí, at hann ikki vildi brenna brýr til løgmann.