TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Árni Gregersen gjørdi beinleiðis á Rás2 við høvuðsvenjaran hjá NSÍ, Anders Gerber aftaná 2-2 javnleikin millum KÍ og NSÍ í fyrru hálvfinaluni í kappingini um løgmanssteypið, sum var spældur norðuri í Klaksvík í kvøld.
Anders Gerber er nøgdur við javnleik 2-2, og eitt gott útgangsstøðið, men hann hevur valt at leggja steypakappingina á ís nakrar dagar, tí nú fokuserar hann uppá komandi uppgávuna hjá NSÍ, sum er ímóti 07 Vestur í landskappingini. Dysturin verður spældur við Løkin í Runavík, sunnudagin klokkan 15.