Gerber: Føroysku talentini mugu venja meira

(SportBoxin) Fráfarandi venjarin hjá NSÍ, Anders Gerber var gestur í fótbóltspanelinum hjá Rás2, sum var á Rás2 fyrrapartin

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr sendingina "Fótbóltspanelið", sum var partur av SportBoxini á Rás2 fyrrapartin í dag.

 

Gestur hjá Tróndi Arge var fráfarandi høvuðsvenjarin hjá NSÍ, Anders Gerber.

 

Tróndur Arge og Anders Gerber umrøddu hvussu tað var hjá Anders Gerber at gerast venjari í Føroyum, og hvussu hann hevur upplivað Føroyar og føroyskan fótbólt hesi bæði árini.

 

Anders Gerber heldur reint sagt, at Føroyar hava betri fótbóltsveður enn Danmark!! Hann staðfestir, at hann hevur bara eina ferð verið við til at avlýsa eina venjing vegna veður.

 

Anders Gerber hevði eisini spennandi hagtøl við í Rásarúmið, sum hann og Tróndur Arge viðgjørdu.

 

Anders Gerber heldur ikki, at tað er leiðin fram, at ein ungur talentfullur spælari spælir 60 dystir í eitt hálvt ár. Hann heldur, at markið eigur at setast við 40. Hann slær fast, at ungi talentfulli spælarin mennist bara við meiri intensivari venjing, heldur enn at spæla ungdómsdystir, har nógv mál eru á muni.