Gerast tilvitað um missión

Samfelagsstevnan á Skálafjørðinum, sum verður á páskum, fer burturav fer at snúgva seg um missión
- Vit ynskja at tann einstaki limurin í samkomuni skal gerast meiri tilvitaður um missiónsvirksemi, sigur ein av stigtakarunum Jens Olsen.

Nú er nakað síðani, at umboð fyri tær fýra brøðrasamkomurnar á Skálafjørðinum – Nerija á Skála, Elim í Søldarfirði, Berøa í Saltangará og Nebo á Toftum – gjørdu av, at páskastevnan hesa ferð burturav skal snúgva seg um missión.
Málið er at kunna um, og harvið økja um tilvitanina í samkomum og millum einstaklingar um missión.
- Tað snýr seg sjálvandi um hjørtuni, og spurningurin fer at verða reistur, hvussu samkomur kunnu vera við til at styrkja um, og økja tann partin av samkomuvirkseminum, sum eigur at snúgva seg um trúboðan, sigur Jens Olsen.
Sum skilst verða onkrir av føroysku trúboðarunum, sum arbeiða uttanlands við á stevnuni.
Høvuðstalari verður Paul McIlwain úr Australia. Hann er ein av høvuðsábyrgdarmonnunum hjá New Tribes Mission í Australia.
Hann er somuleiðis limur í alheims aðalnevndini í felagsskapinum, har Óli á Grømma úr Klaksvík er formaður.

Tjald við missión
Hetta er kortini ikki fyrsta stevnan av slíkum slagi í Runavík.
Í 2001 var stór missiónsframsýning í ítróttarhøllini í Runavík. Millum tjúgu og tredivu stovnar, felagsskapir og átøk, sum vóru sprottin av samkomuvirkseminum kring landið, sýndu fram.
- Fólk hildu hetta virka sum ein stórur íbirtari og kveikjari – bæði fyri tey, sum høvdu ábyrgd av tiltøkunum, og ikki minst hjá teimum sum vitjaðu, sigur Jens.
Hesa ferð verður eisini skipað fyri framsýning. Fyri seks árum síðani varð tað hildið vera harmuligt, at framsýningin var ov stutt opin. Tað komst av, at framsýningin og tiltøkini vóru í sama høli.
Hesa ferð hava fyrireikararnir leigað eitt stórt telt, sum verður sett upp við síðuna av ítróttarhøllini. Í teltinum verða fleiri at tiltøkunum, og tað fer at bera við sær, at tað verður møguleiki at geva sær góðar stundir at vitja framsýningina uttan at tað fer at órógva tiltøkini.
Serlig barna- og ungdómstiltøk eru fyriskipað, og fleiri sangkreftir fara at taka lut.
Framsýningin letur upp Skírisdag klokkan 16, og Símun í Túni fer at seta stevnuna sama dag klokkan 17.30. Tá fer sangbólkurin Salt at syngja.
Tey, sum manna bólkin, ið fyrireikar stevnuna, eru Jens Olsen, Anita Tausen, Dánial í Skemmuni, Jens Bech og Símin í Túni.