Geranium í Danmark kosin heimsins besta matstova

Tríggjar danskar matstovur eru á listanum yvir heimsins 50 bestu matstovur.

Matstovan í Keypmannahavn, Geranium, er í kvøld kosin heimsins besta matstova.

Tað trístjørnaða michelinmatstovan í Keypmannahavn, verður heiðrað við virðislønarhandan í London í kvøld.

Tvær aðrar danskar matstovur eru eisini komnar á høgt virda listan. Talan er um Alchemist og Jordnær. Tær eru á ávikavist 18. og 38. plássi.

Báðar matstovurnar eru á listanum fyri fyrstu ferð.

Tað er World's Best Restaurant Academy, sum setir saman listan. Akademiið er gjørt bert við tí endamáli at gera árliga listan.

Dømingin byggir á atkvøður frá einum paneli við 1080 kulinariskum kennarum, teirra millum kokkar og matummælarar.

Hóast eingin føroysk matstova er enn komin á listan við teimum 50 bestu í heiminum, so eru Føroyar væl umboðaðar í høgt virdu Michelin Guide. Har eru fýra matstovur í norðurlondum, sum hava tríggjar stjørnur, 2 í Danmark, 1 í Noreg og 1 í Svøríki.

14 matstovur í norðanlondum hava tvær michelinstjørnur. 7 í Danmark, 1 í Føroyum, Koks, sum nú er í Grønlandi, 1 í Noreg, 1 í Finnlandi og 4 í Svøríki.

56 matstovur í Norðanlondum hava eina stjørnu. 19 í Danmark, 7 í Finnlandi, 2 í Íslandi, 12 í Noreg og 16 í Svøríki

 

Michelinkokkurin Rasmus Kofoed hevur fingið enn ein heiður, tá matstovan í kvøld varð kosin heimsins besta matstova. (Arkivfoto). - Foto: Thomas Lekfeldt/Ritzau Scanpix

Michelinkokkurin Rasmus Kofoed hevur fingið enn ein heiður, tá matstovan í kvøld varð kosin heimsins besta matstova. (Arkivfoto). - Foto: Thomas Lekfeldt/Ritzau Scanpix