Gerandisdagurin hjá Frits í listarligum hami

Listarliga ferðin hjá Frits Johannesen heldur fram. Gerandisdagurin og yngra ættarliðið er komið við, meðan gamlar siðvenjur og mørk eru sett úr gildi. Nýggja framsýningin hjá Frits letur upp í Leikalund í Klaksvík í morgin

Beint sum vit hildu, at Snjósóljugentur og Mansgjógv samanfataðu listina hjá Frits Johannesen, hevur listarliga forvitni fulgfirðingurin broytt kós. Nú er tað gerandisdagurin í skúla og tónleikaumhvørvinum ella umborð á skipum, sum setur sín dám á myndirnar. Ikki tí, Snjósóljugentan og Mansgjógv eru har framvegis, men bera hesuferð mest boð um ein listamann, sum allatíðina er á ferð, leitar og kannar og hvørja ferð skákar sær undan básinum, tú hevði gjørt kláran at seta hann í.
Tónleikurin enn einaferð
Tónleikur hevur sum kunnugt altíð spælt ein stóran leiklut í lívinum og hesi seinnu árini eisini í listini hjá Frits Johannesen. Oftast hevur myndevnið verið úr klassiska tónleikaumhvørvinum við fínum, smokingklæddum violin-, cello- og klavertónleikarum, ikki so sjáldan við íblástri úr Mansgjógv ella Manhattan. Hesir eru framvegis við, men samstundis hevur Frits víðka sín íblástur úr tónleikaheiminum til eisini at umfata eitt meir modernaða rockumhvørvi. Nú eru tað ungir gittarleikarar í T-shirt og við ógreiddum hári, sum fáa lív í ljóðførini og listina.
Eg havi altíð hildið, at eldru tónleikamyndirnar hjá Frits hava verið í so stiliseraðar, heldur kantutar og kaldar. Nýggju tónleikamyndirnar hava eitt heilt annað ungdómmiligt mest sum plakatkent huglag yvir sær. Men hóast tað kundi sæð soleiðis út, er hetta ikki ein roynd hjá listamanninum at kvetta við gamla stílin. Heldur tvørturímóti. Tann eini tónleikarin stendur heilt vist onkustaðni á Manhattan og spælir, meðan ein annar møguliga stendur í Mansgjógv. Stuttligt at síggja, hvussu listamaðurin letur gomul og nýggj myndevni reka inn og út úr myndunum og tvinna heilt nýggjar tráðir í listarliga hugflognum.
Munch og skip
Kunniligu greinarnar hjá Frits um Edward Munch í bløðunum í seinastuni lótu lítlan iva vera um, at Frits hevur meir enn vanligan gott innlit í listina hjá stóra norska listamanninum. Og tí er tað ikki so óvæntað, at hesin eisini spøkir í listini hjá Frits sjálvum. Munch málningurin hjá Frits kann kanska best lýsast sum eitt portrett av manninum og hansara list. Í miðjuni stendur Munch sjálvur raknur og fattur í hatti og klædningi á brúnni í sínum egna málningi Gentur á brúnni, meðan Skríggið mest sum skríggjar innanúr honum. Strokini eru tey eyðkendu snarandi Munchstrokini í eini heldur ovurtýðiligari útgávu.
Øðrvísi aftur eru myndirnar úr skúlaumhvørvinum, har næmingar sita og lesa ella við hond undir kinn lata hugin reika. Veit meg ikki at hava sæð hetta myndevnið fyrr í føroyskari list, og hevði nokk heldur ikki væntað, at tað bar til at brúka tað, uttan at tað hoknaði undir tungum næmingastereotypum. Men Frits fær tað at bera til í einum sympatiskum blandi av teknirøð og trøllasøgu.
Sum fyri at minna á, at menniskju og kanska serliga føroyingar ikki liva av andans og hugans føði eina, eru eisini ein røð av skipamyndum við á framsýningini. Eisini her er tað eydnast Frits at rykkja seg leysan av føroyskari siðvenju, har alt, sum hevur við skip ella útróður at gera, vanliga hevur okkurt hátíðarligt og álvarsligt yvir sær. Skipamyndirnar hjá Frits er óvanliga litríkar, á tremur við skeivum vinklum og lívi  eitt heilt nýtt boð uppá ein annars ikoniseraðan part av føroyskari mentan og søgu.