Arbeitt verður nú fyri at gera tað bíligari at koyra ígjøgnum Eysturoyartunnilin. Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.
Nógv hava fýlst á, at tað er alt ov dýrt at koyra ígjøgnum tunnilin, og sum vit hava skrivað fyrr í morgun, hevur Jaspur Langgaard, tingmaður fyri Sambandsflokkin, róð fram undir at draga lánið út fyri at fáa avdráttirnar niður, so at bummgjaldið kann lækka.
Men tað er ikki ein gongd leið, sigur landsstýrismaðurin. Ístaðin verður arbeitt við at endurskoða koyristuðulin. Tað er at hækka endurgjaldið, sum fólk, ið hava langt til arbeiðis, fáa fyri at koyra ímillum heim og arbeiðspláss. Endamálið er, at tað skal bera til hjá fólki at brúka tunnilin fyri lægri kostnað enn í dag.
Jørgen Niclasen sigur, at tað ber eisini til hjá Løgtinginum at samtykkja at landskassin rindaði meira partapening í tunlafelagið í nøkur ár, tí so hevði landskassin átikið sær ein størri part av afturgjaldsbyrðuni.
Men hann sigur, at hetta hevði ikki verið í samsvari við mannagongdina, sum er brúkt í sambandi við Vágatunnilin og Norðoyatunnilin, tí har rindaði Landið ikki partapening í feløgini fyri at lækka tunnilsgjøldini. Annars er Eysturoyartunnilin ikki dýrari at brúka, enn Vágatunnilin, og Norðoyatunnilin vóru, tá ið teir vórðu tiknir í brúk, sigur hann.