Gera super-pulvur úr krill

Tað ferðast meira enn 10000 tons av krill, gjøgnum Bankarennuna um døgnið (Bankarennan er dýpið millum Føroyabanka og tann føroyska landgrunnin. Á eini skipasmiðju í Bremerhaven í Týsklandi hava meira enn 100 mans, tað seinastu tíðina, arbeitt við at fáa krillskipið ?Juvel? liðugt. Fríggjadagin verður kósin sett móti Montevideo í Uruguay, sum verður havnabýurin, sum skipið fer at brúka.

Samlaða íløgan í krillprojektið togar upp móti ½ milliard NOK, sigur Jørgen Ervik í Ervik Marine Services við smp.no.

Fyrst segði eg við fólk, at fabrikkin kundi samanberast við eitt mjólkavirkið. Men nú líknar fabrikkin mest einum kjarnorkuverki, helt Jørgen Ervik, tá ið hann vísti fólki frá Sunnmørsposten skipið, sum er 99,5 metrar langt.

Tað verða tríggjar ymiskar framleiðslur umborð, tvær har vøran er flótandi og ein í pulvur.

Pulvuri er tað mest spennandi. - Tað hjálpir móti diabetes, kolesterolinnihaldinum í blóði, alzheimer og nógvum hjarta og heilaskúkum, sigur Jon Ervik.

Ervik-felagið á Kvamsoy í Norra var millum tey fyrstu reiðaríðini í Norra, sum fóru á langfarafiskiskap í Grønlandi og Newfounlandi, seinni vóru teir eisini í New Zealandi, nú skal nýggj veiða roynast í Suðuríshavinum.

Tann samlaða krillkvotan er 4,5 milliónir tons, t.v.s. at kvotan er fýra ferðir størri enn norska kvotan av norðhavssild.