-Vit fara at noyða ísraelska herin at taka seg úr landi okkara, sigur Hizbollah-leiðarin.
Hóast Ísrael hevur søkt av støðum hjá Hizbollah við granatum, bumbum og rakettum í fleiri vikur, bendir einki á, at felagsskapurin er viknaður stórvegis, og summir eygleiðarar siga, at Ísrael kann heilt einfalt ikki vinna á Hizbollah, sum hevur ein mannsterkan, væl vandan og væl útgjørdan her.
-Vit fara at noyða teir at taka seg aftur. Gera teir ikki tað, fara vit at gera Suðurlibanon til ein kirkjugarð hjá ísraelskum hermonnum, segði leiðarin í Hizbollah, Hassan Nasrallah, í einari sjónvarpsrøðu í gjár.
Hann legði afturat, at Hizbollah tekur undir við ætlanini hjá libansku stjórnini at senda 15.000 hermenn til marknaleiðina, um tað kann hjálpa stjórnini at fáa broytt orðalagið í uppskotinum hjá Fraklandi og USA. Sjálvur heldur Hassan Nasrallah, at USA roynir at noyða tey ísraelsku krøvini ígjøgnum ST-trygdarráð, sama hvat tað kostar Libanon.
-Vit hava góðtikið, at stjórnin sendir herin suður til markið, og tekur alt fólkið undir við tí, fara vit ikki at seta okkum upp ímóti ætlanini, segði Hizbollah-leiðarin og legði afturat, at avgerðin hjá stjórnini kann bjarga Libanon undan einari veruligari vanlukku.









