Gera samráðingarnar um fullveldi lidnar

ð- Er ætlanin at taka samráðingarnar um fullveldi uppaftur, taka vit sjálvandi undir við eini fólkaatkvøðu um ríkisfelagsskapin tá ið tær eru lidnar Jørgen Niclasen, formaður Fólkafloksins, undrast á prátið á landsfundinum hjá Javnaðarflokkinum um at halda fólkaatkvøðu um loysing ella samband fyri at fáa frið um tað málið.

Hann heldur, at tað er løgið at tosa um fólkaatkvøðu uttan at hava nakra sum helst meining um, hvat fólkaatkvøðan skal vera um.

- Veljarin má hava nakað ítøkiligt at taka støðu til, sigur hann.

- Men sum er, hava veljararnar als onki at taka støðu til.

- Hvat merkir ein fólkaatkvøða um ríkisfelagsskapin: Skal onki broytast?, ella skulu vit aftur í amtstíðina. Og skulu broytingar gerast, skulu vit so hava frælsan felagsskap? ella skulu vit hava fullveldi, ella okkurt heilt triðja?

Formaður Fólkafloksins staðfestir sostatt, at skulu vit tosa um fólkaatkvøðu, mugu vit fyrst gera samráðingarnar við danir um okkara ríkisrættarligu støðu, lidnar.

- Sambært løgmanni eru samráðingarnar hjá fullveldissamgonguni ikki lidnar, tí ber ikki til at fáa innlit í tey skjølini.

- So er ætlanin at taka tær samráðingarnar upp aftur, eru vit við og so hava vit fólkatkvøðu tá ið vit hava eitt úrslit at vísa á, sigur Jørgen Niclasen.