Gera rundkoyring til Argjabrúnna

Seiastu dagarnar hevur Marknagilsvegurin verið stongdur við vegamótið við Velbastaðvegin. Orsøkin er arbeiðið í sambandi við rundkoyring.

 

Seiastu dagarnar hevur Marknagilsvegurin verið stongdur við vegamótið við Velbastaðvegin. Orsøkin er arbeiðið í sambandi við rundkoyring.

 

Hetta vegamótið skal seinni skilja ferðsluna millum Argir og Havnina. Ein rundkoyring verður gjørd, sum bindur saman Marknagilsvegin, Velbastaðvegin og nýggja vegin út á Argjar – vegin oman til nýggju brúnna um Sandá, sum farið verður undir í næstum.

 

Tað er Andrias Berg, sum ger arbeiðið við rundkoyringini og vegunum báðu megin brúnna. Ætlanin er at rundkoyringin havnarmegin skal verða liðug í næsta mánaði, meðan rundkoyringin argjamegin verður liðug nakað seinni.

 

Í síðsta mánaði var arbeiðið boðið út upp á brúnna millum byggivirkini J&K Peternsen Contractors, TG Verk Føroya og Articon.

 

Tilboðini upp á brúnna skulu latast innan 6. juni, og ætlanin er at býráðið skal góðkenna sáttmálan síðst í juni.

 

Tað er Landsbyggifelagið og Selmar Nielsen arkitektur, sum hava prosjekterað brúnna. Nógv er gjørt burturúr sniðgevingini av brúnni. Brúgvasúlurnar, sum hava fingið serligt snið, verða úr betongi, meðan brúgvakassin verður gjørdur úr stálsektiónum, sum skulu lyftast upp á pláss.

 

Ætlanin er at nýggja farleiðin út á Argir skal verða liðug til ólavsøku næsta ár.