Gera rampu til Norrønu í Kollafirði

Í sambandi við víðkanina av havnarøkinum á Oyrareingjum fer Tórshavnar Kommuna at gera eina rampu, sum ger tað gjørligt hjá Norrønu at leggja at í Kollafirði, tá ið umstøður ikki eru til at leggja at í Havn.

Tekniska nevnd hjá Tórhavnar Býráð arbeiðir í løtuni við einum máli um víðkanini av havnarøkinum hjá kommununi, og í hesum sambandi verður nýggj bryggja gjørd á Oyrarreingjum.

Hava Norrønu í kommununi
Nýggja bryggjan, ið skal gerast á Oyrareingjum, verður í fyrstu atløgu 150 metrar long. Økið, sum liggur uppat bryggjuni, er umleið 25.000 fermetrar til støddar.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur, at byggingin av nýggju bryggjuni partvís verður gjørd í samstarvi við Samskip, sum skal byggja ein bygning á økinum.
Harumframt hevur býráðið eisini ætlanir um at gera eina rampu við bryggjuna, soleiðis at Norrøna kann leggja at á Oyrareingjum, tá ið umstøður ikki eru til tað í Havn.
- Vit ætla at gera eina rampu, ið til støddar verður umleið helvtina av rampuni, ið Norrøna nýtir í Havn, og hetta skuldi verið nóg mikið til, at Norrøna kann nýta havnina á Oyrareingjum, tá ið hon hevur tørv á eini neyðhavn, sigur Heðin Mortensen.
Spurdur um hetta stig verður tikið fyri at forða fyri, at Runavík skal gerast neyðhavn hjá Norrønu, sigur borgarstjórin í Havn:
- Hetta verður ikki gjørt fyri at forða runavíkingum í nøkrum. Vit meta bert, at tað er eitt gott hugskot at gera nýggju bryggjuna á Oyrareingjum soleiðis, at Norrrøna eisini kann nýta hana. Eg haldi eisini, at tað er best, um Norrøna fær lagt at í Tórshavnar Kommuna, har hon hoyrir heima, sigur Heðin Mortensen.

Tilkoyring frá tunnilsmunnanum
Í sambandi við ætlanirnar á Oyrareingjum er væntandi, at talan fer at gerast um nógva tunga ferðslu til og frá økinum, og hvussu hesin spurningur skal loysast, arbeiðir býráðið eisini við í løtuni.
Heðin Mortensen greiðir frá, at í fyrsta umfari verður koyrt til økið eftir verandi vegi, men í framtíðini kundi Tórshavnar Kommuna gott hugsað sær, at ein tilkoyring var gjørd frá landsvegnum áraka tunnilsmunnan við Kaldbakstunnilin oman til nýggja havnaøkið. Hetta er tó eitt landspolitiskt mál, sum Tórshavnar Kommuna tó fegin vil verða við til at fremja í verki, sigur Heðin Mortensen.
Alt projekti við nýggju bryggjuni á Oyrareingjum verður væntandi liðug á vári komandi ár, og samlaði kostanðurin fyri projektið verður mettur at verða um 45 milliónir krónur.