Vestmanna Fiskavirki skal byggja frystigoymslu í bygdini. Frystigoymslan, sum verður 20 ferðir 30 metrar til støddar, skal byggjast við síðuna av gamla laksavirkinum Atlantis.
Vestmanna kommuna er farin undir at grava út fyri goymsluni, sum verður á havnarlagnum í bygdini.









