Gera ov ofta politikk til jura

Skrivarin í grundlógarnevndini heldur, at føroyskir politikarar eru alt ov varnir at taka politiskar avgerðir. Tí verður politikkurin alt ov ofta gjørdur til juridiskar kanningar

John Johannessen


Løgtingið, við landsstýrismálanevndini sum amboð, eigur at taka greiðari støður um, hvørjar avleiðingar mistøk hjá landsstýrismonnum eiga at fáa.

Hetta heldur skrivarin í grundlógarnevndini, Kári á Rógvi, sum er útbúgvin løgfrøðingur.

Tað er sambært Kára á Rogvi óheppi, at løgfrøðisligur kanningarstjóri verður settur at kanna embætisførsluna hjá landsstýrismanni, hvørja ferð tingmenn halda ein landsstýrismann hava borið seg skeivt at.

Kári á Rógvi heldur, at hetta er eitt amboð, sum tingmenn sjálvsagt kunnu brúka, men sum teir í løtuni brúka ov ofta.

? Tað er tingið, ið eigur at geva landsstýrismonnum nøs, metir tingið teir hava borið seg skeivt at. Síðani eigur løgmaður, sum hevur ábyrgdina fyri landsstýrinum, at taka avgerðina hjá tinginum til eftirtektar, ger Kári á Rógvi greitt.


Alt ov nógvar kanningar

Seinastu tíðina hava fleiri landsstýrismenn verið viðgjørdir í landsstýrismálanevndini. Millum annað er ein kanningarstjóri í løtuni í ferð við at kanna embætisførsluna hjá Signari á Brúnni, tá hann játtaði Sjónvarpinum pening uttan heimild frá løgtinginum.

Kanningarstjórin varð settur, eftir at 13 av tinglimunum heittu á løgtingsins formansskap, um at seta ein kanningarstjóra.

Men sambært Kára á Rógvi er ikki neyðugt, at eitt slíkt mál skal koma so langt.

? Tað eigur ikki at vera neyðugt at seta ein kanningarstjóra, hvørja ferð ivi er um ein landsstýrismann. Tað er heldur landsstýrismálanevndin, sum amboð hjá løgtinginum, ið eigur at gera løgmanni greitt, um hon hevur álit á landsstýrismanninum ella ikki, heldur Kári á Rógvi.

Síðani skal støða takast til, hvørjar avleiðingar málið skal fáa fyri landsstýrismannin. Hann kann til dømis fáa eina átalu ella missa sessin, um hetta verður mett neyðugt. Kári á Rógvi vísir tó á, at tað ikki altíð er neyðugt, at landsstýrismaðurin skal missa sessin.

? Føroyskir politikarar eiga at duga betur at skilja ímillum gula og reyða kortið, tá teir viðgera mistøk hjá landsstýrismonnum, ger løgfrøðingurin greitt.



Eigur forrættindini

Løgmaður vágar sær ikki at tilnevna Tórbjørn Jacobsen til landsstýrisman, tí játtan fyriliggur ikki frá løgtinginum til løn hansara. Men Kári á Rógvi sigur, at forrættindini hjá løgmanni eiga at viga tyngri enn játtanarlógin í hesum føri.

? Tingið eigur at lata løgmann røkja síni forrættindi. Løgmaður eigur at kunna tilnevna landsstýrismannin, og síðani eigur tingið at játta pening til lønina hjá landsstýrismanninum seinni, sigur Kári á Rógvi.

Løgfrøðingurin vísir á, at hetta er heilt vanlig mannagong til dømis í Danmark. Tingið virðir avgerðina hjá stjórnarleiðaranum, og peningurin, avgerðin kostar, verður játtaður.

Í Danmark er siðvenjan tann, at fíggjarnevndin játtar pengar til útreiðslur, sum metast mugu at hava undirtøku í tinginum. Hetta er galdandi sjálvt um útreiðslurnar ikki hava skund. Í Føroyum er løgd ein nógv strangari siðvenja.

? Hendan siðveja merkir, at sjálvt útreiðslur, sum heilt vist verða játtaðar, formliga skulu fyri tingið - og ikki bert fyri fíggjarnevndina, vísir Kári á Rógvi á.


Spurnigur um siðvenju

Hvat løgmaður enn velur at gera í sambandi við landsstýrissessin hjá Tórbjørn Jacobsen, so skapar hann fyridømi í føroysku stýrisskipanini.

Kári á Rógvi vísir á, at um løgmaður velur at taka tað politiska stigið at nýta sína løgfrøðiligu heimild at seta landsstýrismannin beinanvegin, so er tað upp til løgtingið at reagera.

? Tingið kann velja at góðtaka sum siðvenju í Føroyum at landsstýrismaðurin fyrst verður settur, og at peningurin síðani verður játtaður seinni.

? Tingið kann eisini velja at vera ímóti slíkari siðvenju og geva løgmanni gult ella reytt kort. Gula kortið kann vera ein tingsamtykt ella ein

átala frá eini tingnevnd. Reyða kortið er at geva løgmanni misálit, sigur Kári á Rógvi.


Grunlógin verður greiðari

Orsøkin til, at løgmaður ikki vágar sær at tilnevna Tórbjørn Jacobsen sum landsstýrismann, tí tingið ikki hevur játtað pening til løn hansara er, at stýrisskipanarlógin í einum føri gevur løgmanni rætt til hetta, men í øðrum føri sigur, at hann skal hava játtan frá løgtinginum.

Í grein 27, stykki 2, í stýrisskipanarlógini stendur, at tað er løgmaður, sum ásetur, hvussu nógvir landsstýrismenn skulu vera í landsstýrinum. Og eisini er tað løgmaður, sum tilnevnir landsstýrismenninar.

Men hin greinin, nevniliga grein 43, stykki 2, sigur, at eingin útreiðsla má verða goldin, uttan so, at heimild er fyri henni í galdandi fíggjarlóg, ella aðrari játtanarlóg, tá ávíst verður.

Slíkar mótsagnir ætlar grundlógarnevndin sær at lúka burtur í grundlógini, hon í løtuni arbeiðir við at gera.

Kári á Rógvi sigur, at grundlógarnevndin er so mikið heppin, at hon hevur stýrisskipanarlógina at taka støði í, tá hon ger grundlógina, og tí kann hon bøta um trupulleikarnar, sum eru í stýrisskipanarlógini.

Hetta fer tó ikki at loysa spenningin, sum altíð er millum stjórn og ting. Men kortini roknar Kári á Rógvi við, at grundlógin hevði gjørt, at vit sleppa undan øllum kanningunum, sum nú í heilum verða gjørdar av landsstýrismonnum.