Gera nakað óvanligt

Clintonvitjan

 

Tað vóru ikki nógvir tómir stólar í stóra sali í Norðurlandhúsinum, tá ein ein fegin formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag, Johan Páll Joensen, kom á pallin og kundi ynskja fyrrverandi amerikanska forsetanum, Bill Clinton, og fyrrverandi vápnaeftirlitsmanninum, Hans Blix, vælkomnum til Føroya.

Johan Páll Joensen takkaði fyri góðu undirtøkuna frá teimum ymsu fyritøkunum, ið stuðlaðu tiltakinum.

- Við at gera tað vanliga, fáa vit tað vanliga, men við at gera tað óvanliga, kunnu vit heysta nakað óvanligt, segði hann við teir áhoyrarnar í einum stúgstappaðum sali.

Tær fyritøkurnar, ið serliga hava stuðlað tiltakinum, eru: Eik, Føroya Banki, Kauthing, Atlantsflog, Shell, Statoil, Atlantic Petroleum, Føroya Tele, Faroe Seafood og Maru Seafood.