Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík, segði við in.fo í gjár, at tey í fleiri umførum hava tosað um, hvussu campingøkið kann skipast í framtíðini.
– Bæði vit og festivalfyrireikararnir hava allatíðina vitað, at verandi campingøkið er júst har, sum miðbýarætlanin skal gerast veruleiki, og tí hava vit umrøtt fleiri møguleikar.
– Ein rættiliga upplagdur møguleiki er, at campingøkið komandi ár verður flutt yvir á ítróttarøkið. Tað vil siga á parkeringsøkjunum, sum eru við hallirnar, umframt at vøllurin sjálvur eisini kann nýtast, um hann verður dekkaður við plátum. Eisini er eitt øki til frælsan ítrótt við í langtíðarætlanini fyri Klaksvík. Hetta skal ætlandi standa klárt til Oyggjaleikirnar, sum væntandi verða hildnir í Føroyum í 2019, men verður hetta økið planerað longu nú, kann hetta eisini nýtast sum campingøki.
– Tað hevur eisini nakrar fyrimunir, um campingøkið er beint við ítróttarhallirnar og Svimjihøllina, tí her eru jú góðir møguleikar til brúsu og aðrar hentleikar. Undir øllum umstøðum ætla vit ikki, at campinggestirnir skulu hava verri møguleikar í 2014 enn teir hava havt til aðrar Summarfestivalar, sigur borgarstjórin í Klaksvík.