Gera nú klárt til at ala í Hvalba

Borgarstjórin fegnast um, at tað verður meiri virksemi í bygdini

Nú verður gjørt klárt til at Bakkafrost skal fara undir aling á Hvalbiarfirði eisini. Aliringarnir fara at liggja rættiliga uttarliga á fjørðinum, uttan fyri Tjørnunes og tað verður seinni í ár, at virksemið byrjar.

 

Tá ið bygdaráðið í Hvalba viðgjørdi málið mánakvøldið, helt Janus Thomsen, borgarstjóri, at tað er gleðiligt, at tað verður meiri virksemi í Hvalba. Hann sigur kortini, at tað eru fleiri aðrir partar, sum eisini eru bidnir um at gera viðmerkingar til aling í Hvalba. Men hann mælti bygdaráðnum til at taka undir við tí og tað gjørdi eitt samt bygdaráð – treytað av, at aðrir myndugleikar eisini geva grønt ljós fyri tí.

 

Mánakvøldið gav Bygdaráðið Bakkafrost eisini loyvi til at gera eina støð á havnarlagnum í Nesi í Hvalba. Talan er um eitt økið ytst á havnarlagnum, sum skal stikast av í sambandi við alingina, sum verður. Men Janus Thomsen leggur dent á, at tey í Nesi fáa ótarnaða atgongd til bátahylin og bátadráttin innast í bátahylinum.

 

Hann sigur, at talan er um eitt fyribils loyvi, men at tey nú fara at arbeiða víðari við at gera ein endaliga sáttmála við Bakkafrost, sum helst fer at fevna um eitt munandi størri øki.