Nú er dagurin av álvara farin at nærkast, har ein av okkara størstu og allarbestu almennu fyritøkum, Føroya Tele, verður seld.
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, sigur, at til jóla skulu seinastu fyrireikingarnar gerast til søluna og tíðliga næsta ár er ætlanin at leggja málið fyri Løgtingið.
Spurningurin er so um tað lukkast at selja Føroya Tele longu næsta ár, ella um tað ikki eydnast fyrrenn í 2008.
Bæði stórt og torført
Nógv hava fýlst á, at tað hevur tikið so drúgva tíð at einskilja Føroya Tele.
Tað heldur Bjarni Djurholmn ikki er so merkiligt, tí eftir hansara tykki er Føroya Tele ein tann torførasta fyritøkan av øllum at einskilja.
- Føroya Tele er tann almenna fyritøkan, har tær størstu, prinsipiellu støðurnar skulu takast, sigur hann.
Hann vísir á, at av tí sama er neyðugt at umhugsa støðuna ómetaliga gjølla.
- Tað er alneyðugt, at avgerðin, sum verður tikin, er røtt, tí tá ið avgerðin er tikin, vendst ikki aftur og tá er ov seint at lata málið ganga umaftur.
Skal netið við ella ikki?
Ein tann størsti spurningurin í sambandi við at einskilja Føroya Tele, er, um øll fyritøkan skal seljast undir einum, ella um netið skal takast burturúr og varðveitast á almennum hondum.
Hetta er ein spurningur, sum nógv hava eina meining um og sum eisini stór ósemja er um.
- Tað er heilt greitt, at tann, sum eigur netið, situr ógvuliga tungt á øllum telesamskiftinum, tí ber hann seg “rætt” at, kann hann tryggja sær ávísan einkarrætt til samskiftið og forða fyri kapping við at seinka øðrum veitarum í at sleppa framat netinum.
Á Landsfundinum hjá Fólkaflokkinum segði Bjarni Djurholm, at tað kundi væl henda seg, at loysnin verður at selja alt undir einum, so at netið er við.
- Tað hevur verið útgangsstøðið hjá mær, sigur hann
Men hann sigur somuleiðis, at tað veldst eisini um, hvørji amboð verða til taks, sum kunnu tryggja, at felagið, sum eigur netið, ikki brúkar støðuna til at seinka kappingarneytum og sostatt útvega sær sjálvum ávísan einkarrætt til telesamskiftið.
Seinastu tíðina hevur Føroya Tele arbeitt við at leggja fipur í hvørt hús í landinum og Bjarni Djurholm sigur, at hann kundi hugsað sær at hendan ætlanin verður framskundað, so at hvørt hús hevur fipur í 2012.
Tá fer alt sjónvarp, útvarp og alt telesamskiftið annars at vera um fipur og tað setir okkum í allarfremstu røð á hesum øki.
Tað fer hann nú at tosað við Føroya Tele um.
- Hetta fer ikki at gera einskiljingina einfaldari. Men tað er í øllum førum eisini greitt, at tað skal heldur ikki seinka henni.
Má ikki sleppa at “mjólka” Føroya Tele
Ein annar spurningur, sum er heilt avgerðandi í sambandi við einskiljingina, er, at Føroya Tele heldur fram at mennast.
- Vit mugu tryggja okkum, at tann, sum keypir Føroya Tele, heldur fram at menna felagið, so at vit alla tíðina eru væl fyri til telesamskifti, sigur Bjarni Djurholm.
- Føroya Tele er ein sera góð fyritøka at seta pening í, tí hon kastar nógv av sær, samstundis sum hon hevur tann størsta partin í marknaðinum. Tí kunnu vit síggja fyri okkum, at onkur keypir Føroya Tele, bara við tí eina endamáli at “mjólka” fyritøkuni fyri allan kapital, uttan at hugsa um at menna felagið og telesamskiftið.
- Tá ið keyparin so hevur fingið tað burturúr felagnum, sum tilber, kann hann so selja tað aftur uttan at hava ment felagið
- Men tá kunnu vit verða afturútsigld til telesamskifti og tað hevði verið ein rættiliga álvarslig støða at komið í.
Hann sigur, at tí er tað heilt alneyðugt at Landið tryggjar sær, at ein keypari heldur fram at menna Føroya Tele og alt samskiftisøkið, og ikki bara keypir fyritøkuna bert við íløguni sum einasta endamál.
Hinvegin vísir hann eisini á, at verða ov nógvar bindingar lagdar á keyparan, lækkar prísurin, so tað ræður um at finna røttu javnvágina.
- Størri treytir, vit áleggja keyparanum, minni er hann sjálvsagt sinnaður at gjalda.
Bjarni Djurholm vísir á, at í Danmark hava tey fýlst á, at síðani TDC varð einskilt, hevur menningin ikki verið nóg stór. Hann vísir eisini á, at íslendingar seldu alt Telefonverkið í einum og har eru teir ivingarsamir um, hvussu verður við netinum og um tað fer at enda við einkarrætti.
- Tað hevur týdning, at vit leggja okkum tey ivamál, sum hava tikið seg upp í Danmark og í Íslandi, í geyma, sigur Bjarni Djurholm.
Ein heilt annar spurningur er so, hvussu stórur partur av Føroya Tele skal seljast.
- Ein spurningur er um vit skulu selja alt felagið, ella um vit skulu selja 49% og varðveita meirilutan á almennum hondum og soleiðis tryggjað at felagið framhaldandi mennist.
Annar møguleiki er at selja tænastupartin fyri seg og varðveita netið eftir á almennum hondum.
- Tann yvirskipaði spurningurin er sostatt, hvussu Føroya Tele kann seljast, samstundis sum vit fáa tryggja okkum, at menningin heldur fram og at kappingin kann varðveitast, sigur Bjarni Djurholm.
Føroya Tele bæði í bólkum og nevndum
Tað er ikki bara sum at siga tað, at einskilja eina stóra fyritøku, sum Føroya Tele. Arbeitt hevur verið við málinum í langa tíð, men tað skal ígjøgnum nógvar ehndur, áðrenn tað er klárt at seta í verk.
Bjarni Djurholm sigur, at eitt tað fyrsta stigið er, at ein arbeiðsbólkur hevur arbeitt við málinum í longri tíð. Í hesum bólkinum hava sitið umboð fyri Føroya Tele, Vinnumálaráðið og Løgmansskrivstovuna.
Bólkurin er nú liðugur og hevur gjørt sítt tilmæli til landsstýrismannin í Vinnumálum.
- Hetta tilmælið er nú lagt fyri einskiljingarbólkin til viðgerðar. Í einskiljingarbólkium eru aðalstjórin í Fìggjarmálaráðnum, aðalstjórin í Vinnumálaráðnum, umframt løgmansstjórin og umboðið hjá Løgmansskrivstovuni í arbeiðsbólkinum.
Einskiljingarbólkurin hevur viðgjørt málið í farnu viku og nú er komið hartil, at einskiljingarnevndin hevur fingið málið til viðgerðar. Og einskiljingarnevndin er mannað við Løgmanni, Bárði Nielsen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, Bjarna Djurholm, landsstýrismanni í vinnumálum og aðalstjórunum í Vinnumálaráðnum og Fíggjarmálaráðnum.
- Einskiljingarnevndin fer at viðgerða málið í næstum og táið tað er liðugt, verður alt málið lagt fyri flokkarnar í samgonguni til politiska viðgerð, sigur Bjarni Djurholm.
Hann hevur sett sær sum mál at politiska viðgerðin skal verða liðug fyri jól.
Eydnast tað, havi eg sett mær sum mál at leggja uppskot fyri Løgtingið tíðliga næsta ár um at einskilja Føroya Tele, sigur Bjarni Djurholm.