Praktisku fyrireikingarnar til Summar Festivalin er nú av álvara byrjaðar. Í sólskininum í Klaksvík í dag hava fólk arbeitt við at smíða og seta ymiskt upp til festivalin, sum byrjar hóskvøldið.
Seinnapartin í dag lat campingøkið á Sandinum eisini upp, og nógvir campingvognar eru longu komnir til Klaksvíkar.