Gera forkanningar til Norðoyatunnilin

P/F Norðoyatunnilin fer nú undir forkanningar í sambandi við fyrireiking av arbeiðinum at gera tunnil undir Leirvíksfjørð

NORÐOYATUNNILIN
Tíðindaskriv

Sum framhald av seismisku kanningunum og kjarnuboringunum, ið vórðu gjørdar í fjør summar og seinasta heyst av Landsverkfrøðinginum, fer P/F Norðoyatunnilin nú undir at gera seismiskar kanningar í Leirvíksfirði. Síðani anlegslógin um fast samband um Leirvíksfjørð var samtykt, hevur verið arbeitt við at gera forprojekt fyri tunnil og atkomuvegir.

Kanningarnar, sum nú verður farið undir, hava til endamál at eftirkanna um jarðfrøðisligu viðurskiftini eftir ætlaðu linjuni eru nøktandi. Samstundis geva kanningarnar grundarlag fyri smærri tillagingum av linjuni, skuldi hetta víst seg at verið neyðugt.

Kanningarnar verða framdar av norska felagnum Geomap og fara tilsamans at fevna um eitt strekki uppá umleið 2,5 km. Kanningarna fara fram á strekkinum millum Hagaleiti sunnan fyri Leirvík og Brúnaskarð á Borðoynni.

Geomap er farið undir kanningarnar, sum koma at taka einar tvær vikur. Kanningarúrslitini verða væntandi tøk seinast í juli mánaða, sigur Dávid Reinert Hansen, sum er stjóri í P/F Norðoyatunnlinum.