Gera føroyskan grindareiðskap í Japan

Nú allir grindamenn skulu hava nýggjan mønustingara, var neyðugt at fara heilt til Japan at finna ein knívasmið, sum vildi átaka sær uppgávuna

 

Tað hevur gingið ógvuliga strilti at útvega føroyskum grindamonnum teir nýggju mønustingararnar.

Tað sigur Jústinus Olsen, djóralækni.

 

Fyrsta mai næsta ár kemur nýggj grindareglugerð í gildi og tá verður tað ólógligt at brúka tann gamla, siðvanda grindaknívin at skera á háls við.

Ístaðin verður tann nýggi mønustingarin kravdur grindreiðskapur.

 

Á aðalfundinum hjá Grindamannafelagnum í gjár greiddi Jústinus Olsen frá tí nýggja mønustingaranum.

 

Og hann segði, at tað hevur verið alt annað enn lætt at útvega mønustingarar.

- Vit hava roynt allar møguliga staðni rundan um okkum og fyribils úrslitið er, at vit noyðast heilt til Japan, áðrenn vit funnu ein knívasmið, sum hættaði sær undir uppgávuna fyri ein rímiliga kostnað, sigur Jústinus Olsen.

 

Fyri at virka eftir ætlan, skal mønustingarin lúka ávís krøv.

Størsta avbjóðingin var at skapa blaðið soleiðis, at tað ikki bara kvettir mønuna av, men eisini sker allar æðrarnar rundanum mønuna, av.

 

Er blaðið ov spískt, er vandi fyri, at mønan ikki verður kvett ordiliga av. Men er blaðið rundleitt, er líkindini fyri at tað eydnast, nógvar ferðir betri.

 

Tað er eisini sera umráðandi, at blaðið er skapað soleiðis, at æðrarnar í mønurennuni verða skorðnar av, so at heilin ikki fær blóð.  

 

- Hvalurin doyr ikki av at mønan er kvett av. Hann doyr, tí at æðrarnar í mønurennuni verða skorðnar av, so at heilin ikki fær blóð og hann bløðir burtur.

 

Tað hevur víst seg, at tað besta er, at blaðið ikki er ov spískt, men at tað er rundleitt allan vegin, heilt fram í eggina.

 

Eitt, sum eisini er ógvuliga umráðandi, er at sjálvur leggurin gongur heilt fram í eggina, tí tað ger tað nógv lættari at stýra mønustingaranum niður í mønina.

 

Men nettupp tað, at blaðið hevur so serligt snið, hevur elvt til, at tað ómetaliga tórført at finna nakran, sum kann gera tey fyri ein rímiligan kostnað.

 

Jústinus Olsen sigur, at tey hava leitað eftir knívasmiðjum í Danmark, Svøríki og Týsklandi, men tey funnu ongan, sum vildi átaka sær uppgávuna.

 

- Einaferð fekk eg eisini samband við ein veiðimann í Kanada, sum kendi ein knívasmið í USA, men heldur ikki hann helt seg til, segði Jústinus Olsen.

 

Men hann sigur, at hann kennir ein japanara og tað eydnaðist honum at finna knívasmið í Japan, sum er sinnaður at gera 200 bløð til mønustingarar fyri 76 dollarar hvørt.

Tað svarar til góðar 410 krónur fyri hvørt blað.

 

Nú verður so kannað eftir, um takast skal av tilboðnum og, hvussu nógv bløð, skulu bíleggjast, sigur Jústinus Olsen.

 

Hann sigur, at fyri so vítt ber tað eisini til hjá grindamonnum gera sín egna mønustingara. men hann mælir avgjørt til, at allir mønustingarar, sum verða brúktir í grind, líkjast so nógv sum yvirhøvur gjørligt.

 

Djóralæknin sigur, at fyri at sleppa undan ivamálum um, hvørjir mønustingarar eru lógligir, og hvørjir eru ikki, er tað best at allir eru so líkir, sum gjørligt.

 

Á myndini er Jústinus Olsen á aðalfundi í Grindamannafelagnum og aftanfyri er ein mynd av, hvussu blaðið í mønustingaranum eigur at síggja út.