Tað hevur eydnast ES at gera Føroyar til bandittar í sambandi við fiskivinnu
Tað staðfestir Bogi Eliasen, stjørnmálafrøðingur.
Hann sigur, at í trætuni um uppsjóvarfiskin, er okkara sjónarmið, at vit fáa ikki nóg stóran lut av sildini
Men kortini hevur tað eydnast okkara mótparti at varpa eina heilt aðra fata út.
- Hon er heilt einføld og og greið. Føroyar halda ikki ásetingar um burðardygga veiðu, og tí skulu tiltøk setast í verk ímóti Føroyum, sigur stjórnmálafrøðingurin í lesarabrævi longur niðri her á in.fo.
- Føroyar eru ein ”Bandit State”, tá talan er um fiskivinnu, leggur hann afturat.
Hann vísir á, at ES kommiserurin, Damanaki, var púra greið á tíðindafundi herfyri.
- Hetta snýr seg um, at fiskivinnan skal verða burðardygg og Føroyar fiska ikki burðardygt, tí setur ES tiltøk í verk ímóti Føroyum.
- Hetta er ein sera góð og einføld populistisk søk fyri ein politikara – og Damanaki sleppur at spæla hetta spæl at kalla uttan mótspæl.
Hann sigur, at sama støða er í Danmark, har danski matvørumálaráðharranum, Gjerskov, tekur útgangsstøði í, at vit ikki fiska burðardygt.
- Danmark gongur ikki inn fyri, at fiskivinnan ikki er burðardygg, men at seta tiltøk í verk, er ikki tað rætta, segði hon.
- Her hava vit “okkara” rødd í ES, sum alment greinar støðuna við útgangsstøði í tí, sum mótparturin byggir málið á, nevniliga at Føroyar ikki fiska burðardygt.
Bogi Eliasen ivast ikki í, at føroyingar hava gjørt eitt vala løgfrøðiligt arbeiði i hesum máli.
Men heimurin er ikki gjørdur av lógum eina, og at hava løgfrøðiliga rætt er ikki altíð nóg mikið.
- Í málum av hesum slagi skal meiri til enn løgfrøði fyri at vinna á mál.
- Hóast vit hava eina góða søk, sum er væl egnað at fáa í miðlar aðrastaðni, er tað bara Damanaki útgávan, sum fær rúmd uttanfyri Føroyar, og enntá í so stóran mun, at tað er ein sjálvfylgja at skíra okkum ”Bandit State”.
- Tá ið so ein toppolitikari sum Damanaki leggur so nógv fyri at revsa Føroyar - og at alt annað ger, at hon missir andlit og trúvirði, er tað ikki altíð reglur ella rættvísi, sum hava avgerandi orðið, sigur Bogi Eliasen, stjórnmálafrøðingur.
Sí eisini lesarabræv hjá Boga Eliasen longur niðri á in.fo, undir teiginum lesarabrøv.
Trýst eisini á pílin undir myndini og hoyr, hvat hann segði við Barbaru Holm um málið á Rás2 á miðdegi.