Gera ferðafólkabát til Grønlands

Bátasmiðjan AWI Boats hjá Aðalsteini Anthoniussen í Runavík hevur fingið sáttmála upp á ein 33 fót ferðamannabát til eitt nýtt grønlendskt ferðamannafelag

 

Bátasmíð

Bátasmiðjan AWI Boats í Runavík hevur fingið sáttmála upp á ein ferðamannabát til Suðurgrønlands. Báturin verður væntandi latin eigarunum einaferð tíðliga í komandi ári.

Felagið Nanortalik Tourist Boats, sum samstarvar við ferðamannastovuna í Nanortalik, hevur gjørt sáttmála við AWI Boats um ger av einum 33 fót Aqua Star báti, sum skal brúkast til útferðir við ferðafólki í Suðurgrønlandi.

Báturin skal vera innilokaður og hava pláss fyri 17 fólkum. Hann verður útgjørdur við allari nútímans nautiskari útgerð og tveimum maskinum. Samlaði kostnaðurin fer at liggja um 2,2 miliónir krónur.

Enn eru allar avtalur ikki endaliga undirskrivaðar. Til dømis er ikki heilt greitt, hvat slag av maskinum, báturin skal hava, eins og ikki er avgreitt endaliga, nær báturin skal latast. Grønlendingar vildu fegnir havt bátin í ár, verður sagt av AWI Boats, men avtalan varð gjørd í so seint til, at tað kann lata seg gera. Til tess er stutt og greitt ov nógv at gera á bátasmiðjuni í Runavík.

Umframt hendan ferðafólkabátin hevur AWI tveir aðrar bátar í gerð til Grønlands. Talan er um fiskifør. Annar er ein 33 fót AWI, meðan hin er ein 39 fót bátur.

Hesin størri báturin er tann fyrsti av teirri støddini, sum gjørdur verður. Hann verður eisini útgjørdur eitt sindur eyka í mun til tað, sum annars verður vanligt. Hann skal partvís yvirdekkast, eins og kokkahúsið verður flutt aftur á dekkið, so liviligari verður í lugarinum. Tann báturin fer at kosta umleið hálvatriðju millión krónur.

AWI hevur latið nógvar bátar til Grønlands. Samanlagt sigla einir 60 AWI bátar í Grønlandi, verður sagt úr Runavík.

Men tað eru ikki bara grønlendingar, sum lata bátar gera í Runavík. Í løtuni hevur AWI Boats fýra sáttmálar við føroyingar um ger av bátum. Tann seinasti av hesum sáttmálum varð gjørdur í gjár.

Talan er í hesum føri um ein alibát. Eitt millumting millum teir vanligu AWI 27 og AWI 33, verður sagt. Hinir tríggir eru útróðrarbátar. Ein AWI 27, ein Aqua Star 33 og ein av nýggja AWI 39 slagnum.

Hesin stóri báturin fer at kosta tvær milliónir krónur, tá hann er liðugur, verður sagt úr Runavík. Tá er hann útgjørdur bæði við línuspæli, snellum og allari vanligari nautiskari útgerð.

Tað starvast i dag 14 fólk á bátasmiðjuni í Runavík. Umframt hevur AWI eisini eina bátasmiðju í Uummannaq í Grønlandi, sum eitt systurfelag hjá AWI Boats í Runavík stendur fyri.