Gera felags byggireglur fyri Føroyar

Arbeiði at gera eina landsbyggireglugerð er byrjað, og ætlandi skal hon vera liðug í 2011 Reglugerðir sum hesar eru vanligar í grannalondum okkara, men í Føroyum vantar ein slík.

Arbeiðssetningurin fyri arbeiðið at gera eina slíka reglugerð er orðaður, og sambært hesum skal føroyska landsbyggireglugerðin millum annað lýsa byggireglur, lógarkrøv, byggisið, byggiloyvir, ásetingar fyri bygdarløg (býlingar og grannaløg), innrætting av bygningum, konstruktión, brunaviðurskiftið, inniluft, orkunýtslu og innlegging.

Innlendismálaráðnum sigur í tíðindaskrivi, at umboð fyri byggivinnuna og myndugleikarnar hittust á fundi fríggjadagin 19. juni, har sjøtul var settur á arbeiðið um at gera eina landsbyggireglugerð, sum skal vera karmur um alla framtíðar bygging í Føroyum.

Í hesum sama tíðindaskrivi verður eisini víst á, at tað aðrastaðni ikki er óvanligt, at arbeiði av hesum slagnum tekur upp til fimm ár, men í Føroyum er ætlanin kortini at gera landsbyggireglugerðina upp á smá tvey ár.