Gera bátastevnuøkið meira attraktivt

Onkur hevur kanska hildið, at bátar og bátafólk eiga at síggjast betur á eini bátastevnu og ikki detta burtur ímillum.

Tá vestmenningar fóru í holt við at skipa fyri bátastevnu tíðliga í hesi øldini, vóru tað bátar og bátafólk, sum vóru miðdepilin í hesum avmarkaða stevnutiltaki. Bátastevnan í Vestmanna, sum gjørdist hin fyrsta av sínum slag í Føroyum, er framvegis ein bátastevna, sum savnar nógvar bátar og bátafólk.

 

Sum árini eru liðin, er hetta tiltak vorðið rættiliga umfatandi - við bátum, nógvum kampingvognum og hópin av fólki, sum leita sær til bygdar. Onkur hevur kanska hildið, at bátar og bátafólk eiga at síggjast betur á eini bátastevnu og ikki detta burtur ímillum.

 

Men, tá nøkur túsund fólk eru á hesi stevnu, sum er ársins størsta tiltak í Vestmanna, skal kanska okkurt serstakt gerast, um fokus framvegis skal vera á bátar og bátafólk.

 

Jónfinn Egilsnes, sum er í bátastevnunevndini og hevur verið við í fyrireikingunum í Vestmanna tey flestu árini, undantikið tey fyrstu, sigur, at tey í ár fara at royna eitt nýtt og spennandi átak úti á vágni. Hann vísir á, at tankar hava verið frammi um at skipa eitt øki millum bátarnar, har eitt nú livandi tónleikur og onnur tiltøk kunnu verða.

 

- Í ár hava vit tískil bygt upp ein pall við brúgvum - ella ein hólm - sum liggur einar 50 metrar úr landi. Gingið verður út á “hólmin”, sum verður umleið 300 fermetrar stórur, eftir vanligu brúgvunum, har bátarnir liggja. Pláss verður fyri umleið 20-25 bátum á sjálvum hólminum, og hesir koma eins og aðrir bátar á stevnuni at liggja við hekkuni inn ímóti.

 

Jónfinn Egilsnes sigur, at úti á hólminum verður eisini eitt tjald, har Norrøna Dansiband fer at spæla livandi tónleik leygarkvøldið, stutt eftir at bátafólk, kampingfólk og almenningurin annars hava fingið suppu í tjaldinum á bryggjuni. Ætlanin er, at hólmurin skal verða miðpunktið millum bátarnar, og livandi tónleikurin skal skapa ein hugnaligan stemning.

 

Øll hava ókeypis atgongd til bátarnar og hólman, og umframt livandi tónleikin, fer alifyritøkan Luna eisini at bjóða ókeypis máltíðir úr laksi. Luna fer at bjóða einar 300-400 máltíðir, og hetta verður um somu tíð, sum livandi tónleikur verður í hólminum.

 

Fyrireikararnir av bátastevnuni í Vestmanna siga seg vóna, at átakið við hólminum sum miðdepil millum bátarnar fer at rigga, og at hetta verður við til at geva økinum nakað serstakt.