Gera aftur nú eina roynd at fáa Norrønu at sigla til Hetlands

Hetlendingar fara nú at gera enn eina roynd at fáa Norrønu at sigla til Hetlands á rutuni ímillum Føroyar og Danmark.

 

Shetland News skrivar, at í næstum skal eitt ferðalag við føroyskum handilsfólki og vinnulívsfólki til Hetlands og tey halda, at tað er eitt hóskandi høvi at reisa spurningin enn eina ferð um at fáa Norrønu at taka siglingina upp á Hetland upp aftur.

 

Hetlendingar halda, at Norrøna kann verða partur av einum arktiskum ferðasambandi við tí endamálið at knýta Norðurskotland upp í ferðasambandið við londini fyri norðan. Samstundis er ferðavinnan í Hetlandi, veksandi, so hetta er eitt gylt høvi at reisa spurningin um hetlandssiglingina hjá Norrønu upp aftur, halda tey.

 

Hetlendingar settu einar 40 milliónir krónur í Smyril Line á sinni við tí endamálið at Norrøna skuldi sigla til Hetlands. Og teir hava aldrin dult fyri, at teir vóru vónbrotnir, tá ið Smyril Line slepti hetlandssiglingin í 2007.

 

Síðani hevur tað verið sum at leggja stein til byrðu at síggja Norrønu sigla dygst fram við Hetlandi á rutuni ímillum Føroyar og Danmark, skrivar Shetland News.