Ger vart við útjaðaran

Hendrik Old, løgtingsmaður, vil hava at vita, hvat Oljumálastýrið ger fyri at tryggja útjaðaranum lut í einari komandi oljuvinnu

Tíðin styttist, til oljufeløgini av álvara fara undir at leita eftir olju í føroysku undirgrundini. Feløgini hava fingið síni leitiøkið, og næsta ár seta tey borin í tjúkka føroyska basaltið. Hendrik Old, tingmaður hjá Javnaðarflokkinum, hevur í hesum sambandinum sett Eyðun Elltør, landsstýrismanni í oljumálum, ein fyrispurning um leiklutin hjá útjaðaranum í oljuvinnuni.


Ásett í lógini

Tingmaðurin vil hava landsstýrismannin at greiða frá, um Oljumálastýrið roynir at tryggja sær, at útjaðarin eisini fær lut í virkseminum. Tá ið lógin um fyrsta útbjóðingarumfar varð viðgjørd í løgtinginum tíðliga í ár, samtykti løgtingið eitt broytingaruppskot um, at landsstýrismaðurin skal leggja dent á, at leitingar- og framleiðsluvirksemið úr Føroyum eisini fer fram í útjaðaranum.

- Hvørji stig hevur landsstýrismaðurin tikið fyri at tryggja sær, at hendan greinin í lógini um fyrsta útbjóðingarumfar verður fylgd, spyr Hendrik Old.


Síðsta útkall

Tingmaðurin sigur í viðmerkingunum til fyrispurningin, at tað nu helst er síðsta útkall. Oljufeløgini eru farin at innheinta tilboð uppá útgerðarstøðir, og sum skilst, er ætlanin hjá oljufeløgunum at skipa seg um eina útgerðarstøð. Fleiri eru um boðið. Drelnes á Tvøroyri, Sund, Runavík og Havnin hava gjørt mest vart við seg, men enn hava oljufeløgini ikki tikið endaliga avgerð.

Tí vil tingmaðurin hava at vita, hvørjar treytir landsstýrismaðurin hevur sett oljufeløgunum, sum tryggja, at lógin verður fylgd og útjaðarin fær sín lut í virkseminum.

Á tingfundinum í gjár, samtykti løgtingið at Eyðun Elltør skal svara fyrispurninginum.