Ger tína egnu lønarhækkan

Jógvan í Løðuni
Eiði

Hvussu hevði tað verið sjálvur at kunna gjørt sína egnu lønarhækkan, uttan samráðingar ella stríð - tvætl ella møguligur veruleiki?
Ikki tvætl, men møguleiki. Ein so góður møguleiki at talan kann verða um 5% lønarhækking ár undan ári.
Hendan lønarhækkanin er trygg og nógv drúgvari enn ein 5% lønarhækking yvir 2 ár t.v.s 2.5% um árið, minus 40% beinleiðis til skattin, ella 1.5% nettu hækkan. Í krónum 4.500 um árið, móti tí sjálvgjørdu lønarhækkingini kr. 15.000 um árið, um maður og kona hava inntøku kr. 150.000 í part.
Er talan um inntøku tvær ferðir kr. 250.000, fær húsarhaldið kr. 25.000 meira um árið, heldur enn hinar 7.500 krónurnar. Er eingin lønarhækking virkar skattafyrimunurin fult.
Hvar er so hesin møguleikin - hann verður galdandi beinanvegin fyri tann, ið er undir høgum skatti og gerst skattaborgari í Eiðis kommunu.