Kommunusamskipan Føroya ávarar ímóti ætlanini hjá samgonguni at umskipa fólkaskúlan, so at vit fáa færri og størri skúlar. Tað fer at gera viðurskiftini upp aftur fløktari og ógreiðari enn tey longu eru nú.
Tað sigur Kommunusamskipanin í eini viðmerking, til uppskotið, sum Helena Dam á Neystabø fyrireikar at leggja fyri Løgtingið.
Kommunusamskipanin tekur undir við yvirskipaða námsfrøðiliga og fíggjarliga endamálinum.
Men sum uppskotið liggur nú, hevur tað so nógvar bygnaðarligar og fólkaræðiligar vansar og skeivleikar við sær, at fólkaskúlin verður uppaftur fløktari, hvat uppgávu- og ábyrgdarbýtið viðvíkur.
- Talan er um so grundleggjandi viðurskifti, at Kommunusamskipan staðiliga ávarar ímóti at leggja fyriliggjandi uppskot fyri tingið, tíansheldur at samtykkja tað.
Eitt, sum Kommunuskipanin átalar, er, at ætlanin er at umskipa skúlabygnaðin, áðrenn greitt er, hvussu ætlaði kommunubygnaðurin skal síggja út.
Tí fer nýggi skúlabygnaðurin helst ikki at samsvara við nýggja kommunala bygnaðin.
Kommunusamskipanin heldur, at kann ætlanin at umskipa skúlan ikki bíða eftir ætlanini at broyta kommunubygnaðin, fer skúlin fyri tað mesta at verða skipaður sum kommunal samstørv.
- Í dag er fólkaskúlin tvíbýttur millum land og kommunur, og hetta er við til at skapa eitt ógreitt uppgávu- og ábyrgdarbýti á fleiri økjum, staðfestir Kommunusamskipanin.
Verða kommunurnar nú tvingaðar at samstarva tvørtur um kommunumark, verður uppgávubýtið herheftir trýbýtt ímillum landið, kommunurnar og tað kommununala samstarvið.
Kommunusamskipanin metir, at hetta verður at gera skipanina uppaftur ógreiðari.
Les eisini greinina: Vænta nógvar frískúlar í Føroyum og greinina: Børn skulu byrja í skúla eitt ár fyrr