Ein journalistur og ein fotografur vóru í dag í Føroya Rætti, har teir eru ákærdir fyri djórapínslu. Talan er um Georg Lindenskov Petersen, sum tá var blaðmaður á Dimmalætting, og Kalmar Lindenskov, sum er fotografur á Dimmalætting
Í sambandi við Atlantic Fish Fair?stevnuni í 2005 át Georg ein livandi hummara, og Kalmar tók mynd, sum varð prentað saman við greinini í Dimmalætting.
Stríðsmálið á fyrireikandi rættarfundinum í morgun var, um tað skulu verða danskir ella føroyskir serfrøðingar, sum skulu takast upp á ráð at gera av, hvørt talan er um djórapínslu ella ikki.
Eftir at greinin varð prentað í Dimmalætting, meldaði onkur tilburðin til løgregluna ? og nú koyrir málið í Føroya Rætti. Fundurin í dag var sum nevnt ein fyrireikandi rættarfundur, og hann heldur fram næsta mikudag ? meðan málið kemur fyri í rættinum seinni.
Verjin hjá teimum ákærdu, Jógvan Elias Winther Poulsen, segði í rættinum í morgun, at talan er um eitt rættiliga prinsippielt mál ? bæði út frá einum djóraetiskum sjónarhorni, og út frá einum journalistiskum sjónarhorni. Tí endar málið í landsrættinum, um teir ákærdu ikki verða fríkendir í Føroya Rætti.