Georg nú í sjónvarpinum

Í gjár byrjaði tíðindamaðurin Georg L. Petersen í nýggjum starvi á tíðindadeildini í sjónvarpinum. Georg hevur seinnu mongu árini annars starvast á Dimmalætting, og hann er eisini ein av eigarunum av blaðnum.

Sjónvarpsheimurin er tó ikki heilt fremmandur fyri Georg, tí tá ið hann gekk á journalistskúla í Danmark, var hann eitt skifti í starvsvenjing í Sjónvarpi Føroya.

Vil royna okkurt nýtt
Spurdur, hvussu tað ber til, at hann hevur valt at fara av Dimmu oman í sjónvarpi, sigur Georg L. Petersen:
 Eg vildi fegin royna okkurt nýtt, um møguleiki var fyri tí. Eg haldi eisini, at tað er umráðandi, at man heldur seg koyrandi og ikki læsur seg fastan í einum starvi, sigur Georg L. Petersen.
Sum áðurnevnt hevur Georg áður havt sína dagligu gongd í sjónvarpinum, og tá ið hann lærdi til tíðindamann, skrivaði hann eisini høvuðsuppgávu í sjónvarpsmiðlinum. Georg greiðir eisini frá, at seinasta semestrið hjá honum á skúlanum var um sjónvarp, og at hann altíð hevur havt stóran áhuga fyri hesum miðli.
At Georg nú er farin at starvast í einum loftmiðli, merkir tó ikki, at hann hevur vent blaðheiminum bakið:
 Hetta er framvegis í sama yrki, og eg havi avgjørt ikki sagt blaðheiminum farvæl. Tað var eisini í fullari sátt og semju, at eg fór av Dimmu, og eg havi smekkað nakra hurða aftan fyri meg, sigur Georg L. Petersen, sum væntandi fyrstu ferð verður at síggja á skíggjanum í Degi og Viku sendingini í kvøld.