Georg eystan Á farin um sýn

Í gjár, 29. mai 2022, bórust boðini um, at Georg eystan Á var farin foldum frá.

Hóast sjúkralegu í eina tíð, so komu boðini helst dátt við hjá mongum, sum mongu skrivini á sosialum miðlum eisini bera boð um.

 

Georg var sumbingur, og hevur í eitt mannaminni verið millum virknastu og kendastu tónleikarar í Føroyum. Síðst í sjeytiárunum fekk Georg vinmannin Ronnie Nielsen við sær á háskúla í Havn, og helst væl eggjaðir av táverandi háskúlastjóra, Steinbjørn B. Jacobsen, fóru teir undir at spæla tónleik inn, og kom tá singleplátan Svarti Fossur.

 

Bæði Georg og Ronnie hava síðani verið varðar í føroyskum  tónleikalívi.

 

Í áttatiárunum fór Georg rættiliga at gera vart við seg innan tónleikin, og tá útgávan Georg & Tommy kom út, gjørdist Fjallarósan eitt kvøðuljómahitt, ið ljómaði hvønn sunnudag í Útvarpinum í fleiri ár.

 

Georg var virkin, hevði stundum tónleik sum sítt yrki, og stovnaði hann bólkin Vikingband, sum spældi nógv umborð á Norrønu, og eisini fekk navn eftir barrini umborð.

 

Georg og Vikingband var eisini kent navn í Íslandi. Georg luttók í sending í Íslendskum sjónvarpi, har prátað varð við føroyska tónleikaran, og gjørdi hetta eisini sítt til, at íslendingar væl kenna tónleikaran Georg eystan Á.

 

Georg hevði góðan penn, og gjørdi nógv við at seta saman orð og løg. Mong kenna klassikaran Sasa, Sa sa, ið eisini fekk endurreisn, tá bólkurin The Dreams innspældi sangin. Georg umsetti eisini fleiri sangir úr íslendskum til føroyskt. Hann stóð eisini fyri at flyta sangir hjá John Mogensen yvir í føroyskt, og kom tá útgáva við hesum sangum, har Ronnie Nielsen sang. Kendur er t.d. sangurin Við Alfaravegin. Eitt dømi um, hvussu hegnisliga Georg fekk latið hesar sangir í føroyskan búna.

 

Eftir Georg liggja nógvar tónleikaútgávur, har av mangar perlur eru fólkaogn.

 

Georg var góður við heimbygdina Sumba. Hóast hann ikki búði í heimbygdini, var hann virkin í felagslívinum har. M.a. skipaði hann fyri ymsum tiltøkum, og var eisini fúsur, tá heitt var á hann um at umsita kvøldskúlatilboðið í bygdini. Eisini var hann við góðu evnunum at skriva, og alskinum til føroyska málið, virkin á sosialum miðlum, eittnú sum viðmerkjari, tá um føroyskt mál ráddi, og inni á facebook bólkinum Sunnbøur, har hann mangan hevði søguligar greinastubbar.

 

Georg var ein teirra, ið gjørdist illa fyri, tá korona herjaði, og var hann við í sjónvarpssending í vár, tá sjónvarpið hjá KVF hevði vitjað á koronudeildini.

 

Hvussu var og ikki, so tók Georg stig til, og skipaði fyri, tá KVF herfyri hevði stórt stuðulstiltak við tónleiki, flóttafólki at frama, har innkomni peningurin varð latin Reyða Krossi.

 

Nakað eftir hetta frættist aftur um støðuna hjá Georg, ið aftur var raktur av sjúku, og hesaferð stóð kanska ikki so væl til.

 

Á leið eitt ár eftir, at Georg saman við tónleikavinum sínum stóð á stórum útipalli til Ljósfest í Vági, har hann sjónliga hugnaði sær, og var ein stjørna, ið kundi syngja síni mongu hitt, er Georg eystan Á nú farin í annað ljós, sum tikið verður til.

 

Georg var í parlagi við Jónfríð Jógvansdóttir, og áttu tey saman sonin Lennon.

 

Georg eystan Á var 61 ára gamal, nú hann fór foldum frá.