Genturnar úr Vágaskot gjørdu bart í FM

Hetta vikuskiftið hevur FM í bogaskjóting verið í Runavík. Bogaskjótifelagið Ørvur var karmur um kappingarnar, sum vóru skotnar í Løkshøll.

 
Leygardagin var FM-kapping á 15 metra frástøðu fyri ungdómsskjúttarnar.

 

Í recurve-kappingini gjørdist vinnarin sum væntað Tóra Dinna Reynskor úr Vágaskot. Hon hevur verið í serflokki sterkasti bogaskjútting í ár og heldur ikki nú í FM megnaði nakar at standa henni kurl. Í innskjótingini fekk hon 523 stig, meðan Jóhanna F. Haraldsen fekk 399 stig, Anny Sofía Poulsen 345 stig og Dánjal Vestergaard 335 stig. Jóhanna F. Haraldsen og Anny Sofía Poulsen umboða báðar Vágaskot og Dánjal Vestergaard Ørv.

 

Tóra Dinna Reynskor og Jóhanna F. Haraldsen vunnu semifinalur sínar trygt. Í finaluni vann Tóra Dinna Reynskor 6-0 á Jóhonnu F. Haraldsen og í bronsufinaluni vann Anny Sofía Poulsen 7-1 á Dánjali Vestergaard.

 

 

Í compound-kappingini vóru tveir luttakarar, Sámuel Petersen og Aleksandur Leitisstein, báðir úr Ørvi.  Í innskjótingini vóru bara fimm stig millum teir. Sámuel Petersen fekk 577 stig, meðan Aleksandur Leitisstein fekk 572 stig. Í sjálvari finaluni var Sámuel Petersen eisini tann stinnari og vann 145 – 141.